hava eisini vant kropsliga venjing fyri at verða væl fyri til oyggjaleikirnar. Randi og Anna vita ikki nógv um mótstøðuliðini, men tær fara at gera sítt besta fyri at umboða Føroyar í strandarflogbólti. [...] møðgurnar, Randi og Onnu Larsen úr Fuglafirði, sum fara at umboða Føroyar í strandarflogbólti. Veðurlíkindini heima í Føroyum hava ikki loyvt teimum at vant nakað serligt uttandura, men tær hava vant innandura
framtíðarætlanirnar sigur Beinir at hann ætlar at geva okkurt nýtt tilfar út skjótt. Men í kvøld fer hann at hugna sær á Voxbotni, og hann gleðir seg serstakliga til at hoyra navnframa John Martin, sum [...] næsta navnið á stóra palli á Voxbotn í dag var 15 ára gamli Beinir Troest Rasmussen. Tá Beinir byrjaði at spæla í dag var klokkan 17:00 vóru longu fitt av fólki komin oman á Voxbotn. Eisini framførdi Beinir
kappingini. Eisini fer Jógvan at spæla fleiri nýggj løg sum eisini verða at hoyra í kvøld, greiðir hann frá. Jógvan hevur síðani X-Factor havt úr at gera við at spæla konsertir og við at gera nýggju fløguna. Næsta [...] Joensen, ella Jógvan frá X-Factor, sum hann eisini kallast verður at hoyra á palli í Voxbotn í kvøld klokkan 20:45. Í kvøld fer hann at spæla "Forget Her" hjá Jeff Buckley og "Yellow" hjá Coldplay, sum [...] lagið, og boðskapurin var at nú skuldi eg reisa meg upp aftur, sigur hann. -Nýggja fløgan kemur út so skjótt eg fái svar frá Sony, sigur Jógvan Joensen. Eg havi havt nógv at gera og ferðast nógv millum
eru hørm um, at oyggjaleikirnir ikki verða í Føroyum í bræði, men Sølvi staðfestir, at oyggjaleikirnir steðga ikki upp, um Føroyar ikki kunnu verða vertur, tí aðrar oyggjar standa klárar at hýsa oyggjaleikunum [...] sum hevur havt fund á Jersey teir seinastu dagarnar. Tey í altjóða oyggjaleikanevndini staðfesta, at tað tykist, sum um fyrireikararnir av oyggjaleikunum á Jersey standa seg væl við fyrireikingunum av
megnaði at endurvinna bronsuheiðursmerki í fjallasúkkling, sum hann vann á Bermuda í 2013. Helgi iðrar seg um, at hann ikki endaði á einari topp 5 endastøðu í dag, men hann ásannar samstundis, at talan var [...] eina krevjandi breyt. Bæði ígjár og fyrradagin skurslaði Helgi seg undir venjing, men hann staðfestir, at tað fekk betur við tí partinum í dag. Helgi er ikki so vónríkur um eitt heiðursmerki á hesum sinni [...] Almennu úrslitini hjá føroysku fjallasúkklu-íðkarunum eru ikki komin út á netið enn, men Helgi metti, at hann endaði á einum 12. plássi.
ikki, at tað er nøktandi, at løgmaður bjóðar sær at fara frá sum formaður, uttan at fara frá sum løgmaður. - Tað er ein undarlig niðurstøða at koma til, at tað skal vera eitt problem fyri flokkin, at hann [...] tað er jú sum løgmaður, at hann hevur forbrotið seg. Tað virkar sum um, at man roynir at flyta fokus á onkran hátt, sigur Eirikur Lindenskov. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við [...] reiðar at fara frá sum formaður í flokkinum, um flokkurin kundi semjast um ein annan formann. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, sigur í samrøðu við Rás 2, at tað besta fyri flokkin er, at hann
niðri á Jersey, fyri at fylgja oyggjaleikunum. Spurdur um vit eiga at velja eina tennishøll, framum ein golfvøll í royndunum at fáa oyggjaleikirnar til Føroya, svarar Heðin Mortensen, at annað skal ikki veljast [...] oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, at tað er ikki eitt gott hugskot at spreiða ítróttargreinirnar kring alt landið, sum gjørt var í 1989. Hann ivast eisini, um Føroyar sleppa at hýsa oyggjaleikunum, um ítró [...] veljast frá, men bæði skulu prioriterast. Ein komandi golfvøllur hevur eisini nógv at geva føroyskari ferðavinnu, og Tórshavnar kommuna hevur eisini ætlanir um aðrar frítíðaraktivitetir úti á Glyvursnesi
sigur Jóhann, at tað er serliga verkætlanin við einum fótbóltsvenjingarvølli við einari rennibreyt, sum er átroðkandi. Um einar komandi oyggjaleikir í Føroyum heldur Jóhann, at leikirnir eiga at verða kring
so var eingin, ið órógvaði drápið og menn fingu frið at arbeiða. Løgreglan og sjóverjan vóru eftir øllum at døma væl mannað, men teir høvdu tó lítið at gera. - Teir fingu so eina góða uppliving og sóu, hvussu [...] 10 bátar vóru hjá grindini og tað gekk skjótt at reka hana inn á Hvannasund, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoya sýslu, við Rás 2. Hann greiðir frá, at hóast umboð fyri Sea Shepherd sambært løgregluni [...] uppliving, sigur Karl Johansen í samrøðuni við Mortan Østerø í Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.
Petersson og Pætur M. Dahl spældu fyri Føroyar. Omanfyri ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu, sum varð gjørd við Nicholas Petersson, eftir at hann heldur óvæntað vann móti Gavin Smith úr Bermuda.