Beinir gleðir seg at hoyra John Martin

Í kvøld fer Beinir at hugna sær á Voxbotni, og hann gleðir seg serstakliga til at hoyra navnframa John Martin, sum framførir klokkan 23.

Tað næsta navnið á stóra palli á Voxbotn í dag var 15 ára gamli Beinir Troest Rasmussen. Tá Beinir byrjaði at spæla í dag var klokkan 17:00 vóru longu fitt av fólki komin oman á Voxbotn. 

Eisini framførdi Beinir nýggja lagið "Firvaldurin" fyri fyrstu ferð.

 

-Hesin sangurin snýr seg um firvaldarnir, sum eg hevði í búkinum, tá eg flutti til Spania við familju míni fyri hálvum øðrum ári síðani, sigur Beinir.

 

Beinir er heima í Føroyum í summarfrí júst nú, og verður í Føroyum inntil august mánaða. Í summarfrítíðini í Føroyum skal Beinir spæla til nøkur tiltøk, og annars verður veitsla næsta vikuskifti, tá hann verður fermdur, sigur hann.

 

Um framtíðarætlanirnar sigur Beinir at hann ætlar at geva okkurt nýtt tilfar út skjótt. Men í kvøld fer hann at hugna sær á Voxbotni, og hann gleðir seg serstakliga til at hoyra navnframa John Martin, sum framførir klokkan 23.

 

-Mær dámar sera væl John Martin, og eg lurti nógv efitr honum, sigur Beinir.