Jógvan Joensen, ella Jógvan frá X-Factor, sum hann eisini kallast verður at hoyra á palli í Voxbotn í kvøld klokkan 20:45.
Í kvøld fer hann at spæla "Forget Her" hjá Jeff Buckley og "Yellow" hjá Coldplay, sum hann eisini spældi í X-Factor kappingini. Eisini fer Jógvan at spæla fleiri nýggj løg sum eisini verða at hoyra í kvøld, greiðir hann frá.
Jógvan hevur síðani X-Factor havt úr at gera við at spæla konsertir og við at gera nýggju fløguna. Næsta vikuskifti skal Jógvan spæla Við Múrin og so skal hann á Pall saman við Hans Andrias á G! festivalinum og á Summarfestivalinum. Eisini skal hann á tónleikaferð í Grønlandi í september, greiðir hann frá.
Umframt løgini, sum Jógvan spældi í X-Factor kappingini, so kenna vit í Føroyum best tey tvey løgini, "Hope and Laughter" og "Best Kept Secret", sum Jógvan hevur útgivið.
Hóast lagið sum hevur verið nógv at hoyra seinastu tíðina "Best Kept Secret", bleiv kent í Føroyum eftir X-Factor, so var tað eitt lag sum Jógvan gjørdi saman við lærara sínum, tá hann gekk á eftirskúla.
-Eg og eftirskúlalærarin hjá mær tosaðu um tekstin saman, og so gjørdi eg lagið. Seinni vísti eg Linu Rafn hann og tá segði hon at sangurin bert manglaði eitt fangandi niðurlag. Hetta niðurlagið skrivaði Lina so, sigur Jógvan.
Hitt lagið hjá Jógvani "Hope and Laughter" var útgivið fyri eini fimm árum síðani, greiðir Jógvan frá.
- Hetta lagið skrivaði eg tá eg hevði hjartasorg og var í kolkjallarinum. Eina náttina eg lá og svav droymdi eg um hetta lagið, og boðskapurin var at nú skuldi eg reisa meg upp aftur, sigur hann.
-Nýggja fløgan kemur út so skjótt eg fái svar frá Sony, sigur Jógvan Joensen. Eg havi havt nógv at gera og ferðast nógv millum Føroyar og Keypmannahavn. Eisini havi eg arbeitt við fløguni, sum er ávegis, sigur hann.
Umframt at spæla nógvan tónleik seinastu tíðani, hevur Jógvan arbeitt miðvíst við nýggju fløguni, sum er í gerð.
Á nýggju fløguni verða fara vit at hoyra eitt nakað annarleiðis ljóð frá jógvani
-Eg havi flutt meg eitt sindur frá rokki og meir yvir til country/soul, sigur Jógvan.