Onnur standa klár at hýsa oyggjaleikunum

(Ljóðsamrøða) OYL15 : Sølvi Reinert Hansen hevur verið á altjóða oyggjaleikafundi seinastu dagarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Sølva Reinert Hansen, sum er nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini, sum hevur havt fund á Jersey teir seinastu dagarnar.

 

Tey í altjóða oyggjaleikanevndini staðfesta, at tað tykist, sum um fyrireikararnir av oyggjaleikunum á Jersey standa seg væl við fyrireikingunum av oyggjaleikunum. 

 

Altjóða oyggjaleikanevndin hevur annars viðgjørt roknskapin, og eisini tann ítróttarliga partin hvussu tær ymisku ítróttargreinirnar eru skipaðar.

 

Hinir nevndarlimirnir í altjóða oyggjaleikanevndini eru hørm um, at oyggjaleikirnir ikki verða í Føroyum í bræði, men Sølvi staðfestir, at oyggjaleikirnir steðga ikki upp, um Føroyar ikki kunnu verða vertur, tí aðrar oyggjar standa klárar at hýsa oyggjaleikunum.