TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2/in.fo hevur gjørt við Jóhann Lützen, formann í trivnaðarnevndini í Klaksvíkar kommunu. Jóhann Lützen er umboð fyri Klaksvíkar kommunu á oyggjaleikunum á Jersey.
Jóhann hevur kannað umstøðurnar hjá ítróttinum á Jersey, sum hann heldur verða góðar. Um umstøðurnar hjá ítróttinum í Klaksvík sigur Jóhann, at tað er serliga verkætlanin við einum fótbóltsvenjingarvølli við einari rennibreyt, sum er átroðkandi.
Um einar komandi oyggjaleikir í Føroyum heldur Jóhann, at leikirnir eiga at verða kring Føroyar, so allir føroyingar kunnu fáa lut í leikunum,