Møðgur fara at stríðast fyri Føroyar

(Ljóðsamrøða) OYL15 : Randi og Anna Larsen fara at gera sítt ítarsta í strandarflogbólti

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2/in.fo gjørdi við møðgurnar, Randi og Onnu Larsen úr Fuglafirði, sum fara at umboða Føroyar í strandarflogbólti.

 

Veðurlíkindini heima í Føroyum hava ikki loyvt teimum at vant nakað serligt uttandura, men tær hava vant innandura, og tá hava serliga maðurin/pápin, Odd og sonurin/bróðurin, Bjarni verið møðgunum hollir, sum sterkir mótstøðumenn til venjingarnar. Møðgurnar hava eisini vant kropsliga venjing fyri at verða væl fyri til oyggjaleikirnar.

 

Randi og Anna vita ikki nógv um mótstøðuliðini, men tær fara at gera sítt besta fyri at umboða Føroyar í strandarflogbólti.