TRÝST á PÍLIN UNDIR MYNDINI, og hoyr samrøðu við Helga Winther Olsen, sum ikki megnaði at endurvinna bronsuheiðursmerki í fjallasúkkling, sum hann vann á Bermuda í 2013.
Helgi iðrar seg um, at hann ikki endaði á einari topp 5 endastøðu í dag, men hann ásannar samstundis, at talan var um eina krevjandi breyt. Bæði ígjár og fyrradagin skurslaði Helgi seg undir venjing, men hann staðfestir, at tað fekk betur við tí partinum í dag.
Helgi er ikki so vónríkur um eitt heiðursmerki á hesum sinni, tí næsta kapping verður á einum styttri, krevjandi øki, har nógvir av súkklarunum frá hinum oyggjabólkunum eru sera stinnir.
Prátið við Helga snúði seg eisini um umstøðurnar hjá fjallasúkklingini heima í Føroyum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina stutta kykmynd, sum vísir ein part av fjallasúkklubreytini á Jersey.
Almennu úrslitini hjá føroysku fjallasúkklu-íðkarunum eru ikki komin út á netið enn, men Helgi metti, at hann endaði á einum 12. plássi.