felagsskap á nakran hátt. Tað finnast uttan iva samkynd, ið eru pædofil, eins og tað finnast pædofil, ið ikki eru samkynd, men tað merkir ikki, at feløgini eru tengd at hvørjum øðrum. Pædofil eru uttan iva [...] hetta, í morgin sum ein annan dag, hvat missur tú við hesum? Vit blanda samfelagið upp í hetta, tí vit liva í hesum samfelagnum, eins og tú, og vit hava rætt at krevja broytingar, soleiðis at tað gerst liviligari [...] bara siga, at ongin orsøk er hjá tær og tínum at óttast. Broytingar eru nú gjørdar í lógini, so at sigast má, at tað er gingið nógv aftur á hond, síðan §266b við tógvið stríð varð samtykt. Felagið Friðarbogin
G. Samuelsen sigur frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Mjølnir er á odda við 14 stigum. Dráttur hevur [...] gjørdi stóran mun hjá SÍ í dag, og nú hon er komin veruliga í gongd hevur SÍ-liðið fingið munandi meira pondus. SÍ-Dráttur 1-3 (24-26, 25-22, 27-25 og 25-15) Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað TB at [...] næstaftast við trimum stigum, og TB er aftast við einum stigi. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi
eisini tikið við sær í valstríðið nú. Hann »fundraisar« á einum støði, sum onnur ikki eru í nær námind av, sigur Anders Agner Pedersen. At Gifford eisini er so íðin á fleiri platformum í seinasta valstríðnum [...] mótstøðumaðurin. Men Gifford hevur ein annan fyrimun í ermuni, vísir blaðstjórin á. – Í 2012 stóð hann (Gifford, red.) á odda fyri fundraising fyri Obama forseta, og teir slóu øll met, har hann var við [...] seta krossin í statinum Massachusetts týsdagin. Tað heldur Anders Agner Pedersen, sum er blaðstjóri á netmiðlinum kongressen.com. Týsdagin verður undanval í valdøminum, har Gifford stillar upp ímóti nýggju
inn hvønn dag.. Mark Pearson úr Onglandi, sum hevur verið á Haiti síðan hósdagin í seinastu viku greiðir frá, at tað, sum tørvar mest beint nú, eru hospital, so fólk kunnu fáa viðgerð, og verða tí tey fyrstu [...] bingja kostar á leið 5.000,- dkr. Shelterboxir hava í fleiri førum víst sítt virði í verki. Rotary hevur klubbar í flest øllum londum í heiminum og er tí lætt at koma í samband við fólk á staðnum, og hjálpin [...] vóru vorðin heimleys og høvdu tørv á hjálp. Rotary slapp inn í landið beinavegin við sínum smáu bingjum, tí Rotary hevur klubbar í Burma. Í sambandi við jarðskjálvan á Haiti og teir ræðuligu avleiðingar
20 Leygarkvøld 1. august. Kl. 20 Framhaldandi sýningar verða lýstar seinni. Atgongumerki á 160 kr. á forsølu á www.billett.fo. 180 kr. við dyrnar undan sýning. Leikstjóri: Egi Dam Leikarar: Birita Mohr [...] tíðliga ein morgun í eini dubultsong á einum hotell-kamari. Hon hevur dundrandi timburmenn. Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið. Hvør er hann? Hvussu er hann komin upp í hennara song? Ria hevur í [...] nakað land Weekend?og Køksdrotningarnar. Birita hevur eisini áður staðið einsamøll á palli í krevjandi kvinnuleikluti – á 1994 tá hon sum Rósa leikti einkonuleikin Skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin
ár, sær tað nú út til at verulig vend er komin í og fleiri nýggj modell eru veg á evropeiska marknaðin. Mitsubishi hava fingið nýggjan danskan importør og hava í løtuni nøkur góð tilboð upp á nýggja Lancer [...] sportsetur, myrkt tónaðar síðurútar aftan og á baklúkuni. Stílurin í kabinuni er eisini sportligur við alu-look á instrumentborðinum og í gardanboksini, eins og krom á pedalunum. Lancer Station Wagon er ein [...] beinleiðis bensininnspræning. 1,6 Invite er væl útgjørdur við t.d. ABS bremsum við EBD og skivubremsum á øllum fýra hjólunum, 15" OZ-alufelgum, tokulyktum, heilautomatiskum klimaanleggi, el-síðurútum framman
av tí slagnum, var komin á Klaksvík. Vit minnast ta vøkru sjónina, tá ið hon á veg á Klaksvík fór um Klakkin. Tað var veruliga ikki til at skilja. Hon var í stormi og óveðri strandað á Íslands klettum, og [...] ikki eitt blað á tí.” Eg skal siga tær tað, at tá ið eg vaknaði, reistust hárini á høvdinum á mær. Eg visti ikki, hvat tað var, hvørki so ella so. Og annan dagin eftir, nú frætta vit um forlissið. Hvussu [...] hendi, at vit bæði Eliseus skuldu fara heim til Húsar í kirkju. Eg veit ikki, hvussu eg var klødd, men eg helt hann vera so grúiliga fínan. Tá ið vit koma heim til tey fyrstu húsini á Húsum, nú stendur garðurin
svara, at vit taka upp samráðingar við danir, og svara, at roknað verður við, at danir fara at hjálpa okkum, sum fleiri vístu á í Fimmaranum, tí vanligt er at foreldur hjálpa børnum ávegis. NÚ eru framvegis [...] ætlar at skipa samfelagið, t.d. fáa fíggjarlóg at hanga saman, um ein meiriluti nú verður fyri loysing. SJÁLVANDI kunnu vit klára okkum, sum Bjørn Patursson, bóndi, helt, men hvørjar averða avleiðingarnar [...] tí er ikki rætt, sum Anita fleiri ferðir segði, at fólkið ynskir tað (loysing) ? og nú er rák fyri loysing? ENN eru bara sløk 30 prosent fyri loysing, so tað er ikki ein triðingur av fólkinum, sum ynskir
Framleiðsla á landi og oljuvinnan Átrokandi er at fáa gongd á framleiðsluna á landi, bæði innan fiskiídnaðin og alternativar framleiðslur, so vit fáa landið á føtur aftur. Í VMF eru vit greið yvir, at [...] framtíðini. Fiskivinnupolitikkur Í VMF eru vit bangin fyri, at um borgarligu flokkarnir sleppa at halda fram at stýra fiskivinnuni, hava vit skjótt nakrar fáar reiðarar, ið sita á øllum fiskirættindunum. VMF fer [...] fyri. Tí hava vit avgjørt at senda hvørjum húski í landinum eitt eintak av stevnuskrá okkara, og vóna vit, at hon verður lisin við áhuga. Átrokandi stórmál Fleiri sera týdningarmikil mál eru at taka støðu
menniskjansligt og samfelagsligt virði. TAÐ eru bæði fyrimunir og vansar við at búgva í einum lítlum og lutvíst isoleraðum samfelag. Vansar eru m.a. hetta, at vit ?kenna? øll hvør annan og hava oftani ilt [...] duga at síggja og virðismeta teir. Og her setir nettup filmurin um Ingálv hol á nakað áhugavert: hetta at vit - hóast vit halda okkum kenna hesi skapandi og lívsjáttandi fólkini - als ikki kenna tey ella [...] eigur at vera eitt fyridømi um, hvussu vit kunnu lýsa og virða nógv onnur av okkara skapandi fólkum og annars fólkum, sum hava gjørt seg galdandi á ein ella annan hátt. Nú tosað verður um at orða ein menta