Fyrriverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, hevur brúkt síni evni at savna pengar inn í valstríðnum.
Tey nógvu árini, sum fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, hevur verið uttanlands, kunnu vera ein vansi, tá veljararnir skulu seta krossin í statinum Massachusetts týsdagin.
Tað heldur Anders Agner Pedersen, sum er blaðstjóri á netmiðlinum kongressen.com. Týsdagin verður undanval í valdøminum, har Gifford stillar upp ímóti nýggju øðrum valevnum.
– Avbjóðingin hjá Rufus Gifford er, at hann er ein outseidari. Hann er komin aftur til heimstatin, Massachusetts, eftir at hava verið hálvtfjórða ár í Danmark.
– So hevur hann eisini verið vanur at arbeiða alla møguliga aðra staðni enn í Massachusetts, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at tað kunnu vera veljarar, sum ikki hava sæð hann ella lært hann at kenna.
Valstøðini lata upp klokkan 7 og steingja klokkan 20.
Vinnur Gifford, verður hann allarhelst limur í undirhúsinum í amerikonsku kongressini, Umboðsmannatinginum, vísir blaðstjórin á.
– Hetta validømið, sum hann er uppstillaður í, er blátt og púra trygd demokratiskt, og har er bara eitt vet av republikanskari mótstøðu. Tað er eitt valdømi, sum altíð velur demokratar, sigur Anders Agner Pedersen.
Tað er serliga eitt valevni, Daniel Koh, sum gevur Gifford harða mótstøðu. Hann er sambært blaðstjóranum nummar eitt í nýggjusta kanningunum. Gifford er nummar tvey.
Koh hevur fyrr verið stabsleiðari fyri borgarstjóran í Boston og hevur verið meira í lokalpolitikki enn mótstøðumaðurin. Men Gifford hevur ein annan fyrimun í ermuni, vísir blaðstjórin á.
– Í 2012 stóð hann (Gifford, red.) á odda fyri fundraising fyri Obama forseta, og teir slóu øll met, har hann var við til at savna inn meira enn eina milliard dollarar. Tað er óhoyrt. Tað er ongantíð hent áður ella síðani.
– Tey evnini hevur hann eisini tikið við sær í valstríðið nú. Hann »fundraisar« á einum støði, sum onnur ikki eru í nær námind av, sigur Anders Agner Pedersen.
At Gifford eisini er so íðin á fleiri platformum í seinasta valstríðnum kann eisini vera ein fyrimunur. Tað kann ávirka teir síðstu veljararnar, sum enn ikki hava avrátt seg, metir blaðstjórin.
/ritzau/