Tórshavnar Rotary Klubbi sendir »Shelterboxir« til Haiti

Tíðindaskriv

Tórshavnar Rotary klubbi avgjørdi herfyri at fara undir at stuðla einum tiltaki hjá Rotary International nevnt »Shelterboxes«.
Ein »shelterbox« er ein liðugtpakkað minibingja. Í henni er eitt sterkt og gott tjald, sum kann hýsa 10 fólkum. Í bingjuni er annars : vatntangi, tablettir at reinsa vatn við termoseingjaklæði,amboð, kókiútgerð, ein lítil komfýrur, sum kann sláast saman og brúka ymisk sløg av brennievni og mangt annað. Útgerðin verður lagað til alt eftir í hvørjum øki av heiminum útgerðin verður nýtt. Tey, sum »búgva« í tjaldinum, hava góðar møguleikar at lívbjarga sær í einar 6 mánaðir har. Ein slík bingja kostar á leið 5.000,- dkr.

Shelterboxir hava í fleiri førum víst sítt virði í verki. Rotary hevur klubbar í flest øllum londum í heiminum og er tí lætt at koma í samband við fólk á staðnum, og hjálpin kemur tí skjótt og bíliga fram.
Sum dømi kann nevnast, at tá melduródnin rakti Burma í mai 2008 noktaði hernaðarstýrið av politiskum ávum nógvum hjálparfelagsskapum at koma inn í landið, hóast eini 100.000 fólk høvdu latið lív, og enn fleiri vóru vorðin heimleys og høvdu tørv á hjálp. Rotary slapp inn í landið beinavegin við sínum smáu bingjum, tí Rotary hevur klubbar í Burma.

Í sambandi við jarðskjálvan á Haiti og teir ræðuligu avleiðingar hann hevur havt við sær hevur Rotary Danmark, sum hevur 280 klubbar í danska ríkinum,sett sær fyri at senda í minsta lagi 300 Shelterboxes til Haiti.

Tær fyrstu boksirnar komu fyri nøkrum døgum síðani til Port au Prince og koma fleiri boksir inn hvønn dag..
Mark Pearson úr Onglandi, sum hevur verið á Haiti síðan hósdagin í seinastu viku greiðir frá, at tað, sum tørvar mest beint nú, eru hospital, so fólk kunnu fáa viðgerð, og verða tí tey fyrstu teltini brúkt til hetta endamál.
Í dag - hósdag -var upphæddin hjá Rotary Danmark komin uppá kr. 1.4 mió. kr. og hevur Tórshavnar Rotary klubbi higartil savna saman 17.000,- dkr.
Meira kann lesast um hetta á www.rotary.dk og um onkur hevur hug at stiðja tiltakinum, kann tað gerast við at senda pening á Konto 6460 166.702.7 merkt »shelterbox«

Súsanna Danielsen
Forseti
Tórshavnar Rotary Klubbi