Birita Mohr spælir leiklutin sum Ria, ein tilkomin kvinna, sum vaknar tíðliga ein morgun í eini dubultsong á einum hotell-kamari. Hon hevur dundrandi timburmenn.
Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið.
Hvør er hann? Hvussu er hann komin upp í hennara song?
Ria hevur í langa tíð liva lívið við fullari ferð. Arbeiðslív og privatlív eru við at sindrast
– lygnir, sjálvsbedrag, smáar skandalir mynda í dag gerandisdagin hjá Riu.
Hví ikki bara flýggja undan heilt? Hví ikki bara bílleggja sær eina vínfløsku frá morgunstundini?
Og ímynda sær lívið sum tað kundi verið? Kanska saman við hesum fremmanda manni?
Leikurin Pietá er stuðlaður av sokallaða “Triðja beininum” undir Mentamálaráðnum, sum gevur yrkisleikfólki møguleikan at fremja egnar sjónleika-verkætlanir. Hesa ferð hevur Birita Mohr sjálv tikið stig til at seta hesa verkætlan í verk undir bólkinum Grímu.
Unna tær eina góða fríløtu
í góðum selskapi
við einum góðum sjónleiki
spældur av góðum leikara
“...mítt lív er ein dungi av ruski og lorti, sum eg flúgvi uppi yvir. Vínið er mínar veingir.”
Frumframførsla 25. juli. (fyri innbodnum)
Sunnudag 26. juli kl. 20
Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 20
Ólavsøkudag 29. juli kl. 20
Hóskvøld 30. juli kl. 20
Fríggjakvøld 31. juli kl. 20
Leygarkvøld 1. august. Kl. 20
Framhaldandi sýningar verða lýstar seinni.
Atgongumerki á 160 kr. á forsølu á www.billett.fo.
180 kr. við dyrnar undan sýning.
Leikstjóri: Egi Dam
Leikarar: Birita Mohr + eitt mannfólk!
Pallmynd, plakat, búnar: Marinna Mørkøre
Ljós, palsmíð: Árni Baldvinsson
Framleiðsla: Gunnvá Zachariasen
Hjálparfólk: Gunvør Hofgaard og Elisabeth Olsen
Pietá er eitt italskt orð, sum vísir á hugtøkini sorgarvísa, miskunn, guðsótta og bøn um náði.
Pietá er somuleiðis ein listarlig mynd av Mariu Moy við krossfesta Jesus í føvninginum. Ein tann kendasta Pietá myndin er marmorstandmynd eftir Michelangelo í Pæturskirkjuni í Rom.
Birita Mohr hevur spælt óteljandi kvinnulagnir, eitt nú Antigone, Húsið hjá Bernarda Alba, Glataðu Spælimenninar, Móðir Sjeystjørna, Gøtan, Ginusøgur, Krypilin frá Innishman, Eitur nakað land Weekend?og Køksdrotningarnar.
Birita hevur eisini áður staðið einsamøll á palli í krevjandi kvinnuleikluti – á 1994 tá hon sum Rósa leikti einkonuleikin Skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin eftir spaniólan José Luis Martin Descalzo.
Fyrr í ár fekk Birita væl uppiborið Herðaklappið fyri leiklut sín sum russiska konan Olga í Nordost.