Eitt plettskot - haldið fram á somu slóð

HERFYRI varð nýggi filmurin um listamannin Ingálv av Reyni vístur í Norðurlandahúsinum fyri innbodnum. Móttøkan av filminum var sum vera man bæði stór og góð. Nú hava so allir føroyingar fingið høvið at síggja sama film ?Svarti Sannleikin?. Tað hendi sunnukvøldið í Sjónvarp Føroya. Filmurin hevur áður verið umrøddur í blaðnum, men lat okkum tríva í hann aftur, tí tað hevur hann uppiborið.

ALLAR fyrst til tykkum, sum hava tikið stigið til filmin og hava gjørt hann: hetta er eitt plettskot - ein perla - sum eigur at fáa tykkum og fyri tað onnur við, sum hava áhuga fyri slíkum - tað verið seg sjálvstøðug filmsfólk ella okkara egnu sjónvarpsfólk - at halda fram á somu slóð tvs. at finna onnur skapandi og lívsjáttandi fólk og gera filmar um tey og teirra lív, teirra lívsverk, teirra tankar og avrik. Filmurin um Ingálv av Reyni hevur nakað við okkara identetitet - samleika - at gera. Hann fær okkum at virða og vísa áhuga fyri teimum, sum eru øðrvísi, sum kunnu nakað, sum onnur ikki kunnu osfr. Hann fær okkum at rakna við í okkara gerandis stressi og uppdaga, hvussu mong skapandi, gevandi og lívsjáttandi menniskju vit hava gangandi rundan um okkum hvønn dag. Tað er líkasum, at vit uppdaga og seta ikki prís uppá hesi fólk, fyrr enn tey eru farin av hesi verð. Í so máta hevur filmurin - umframt tann reint listarliga vinkulin - eisini eitt menniskjansligt og samfelagsligt virði.


TAÐ eru bæði fyrimunir og vansar við at búgva í einum lítlum og lutvíst isoleraðum samfelag. Vansar eru m.a. hetta, at vit ?kenna? øll hvør annan og hava oftani ilt við at virða hini fyri tað tey eru og kunnu. Øvundsjúkan og kendi setningurin í Jantelógini ?tú skalt ikki halda teg vera nakað? vísa seg at hava góðan gróðrarbotn í nettup einum lítlum landi sum okkara. Men fyrimunirnir eru eisini nógvir. Spurningurin er bara at duga at síggja og virðismeta teir. Og her setir nettup filmurin um Ingálv hol á nakað áhugavert: hetta at vit - hóast vit halda okkum kenna hesi skapandi og lívsjáttandi fólkini - als ikki kenna tey ella tað tey avrika - og her letur so filmurin dyrnar upp fyri okkum. Eftir at hava sæð henda frálíka film situr tú eftir við eini kenslu av bráddliga at hava fingið ein nýggjan vin og granna - eitt ærligt og ediligt menniskja, sum umframt at hava stórar listarligar gávur, eisini hevur henda so týðandi eginleikan: áhugan og stóru virðingina fyri øðrum menniskjum. Filmurinum Ingálv av Reyni eigur at vera eitt fyridømi um, hvussu vit kunnu lýsa og virða nógv onnur av okkara skapandi fólkum og annars fólkum, sum hava gjørt seg galdandi á ein ella annan hátt. Nú tosað verður um at orða ein mentanarpolitikk - kundu slíkir filmar um aðrar núlivandi føroyingar verið ein sjálvsagdur táttur. Tað hevði verið gott fyri bæði nútíðina og eftirtíðina. Gott í tykkum, ið lótu upp dyrnar inn í spennandi heimin hjá Ingálvi av Reyni.