Eftir at sølan av Mitsubishi hevur verið fallandi í nøkur ár, sær tað nú út til at verulig vend er komin í og fleiri nýggj modell eru veg á evropeiska marknaðin.
Mitsubishi hava fingið nýggjan danskan importør og hava í løtuni nøkur góð tilboð upp á nýggja Lancer Station Wagon í útgávunum 1,6 Invite og 2,0 Intense við hópin av útgerð og 3 ára garanti uttan kilometuravmarking.
Talan er um útgávurnar 1,6 Invite og 2,0 Intense við ávikavist 98 og 135 hk. 2,0 litur motorurin hevur beinleiðis bensininnspræning.
1,6 Invite er væl útgjørdur við t.d. ABS bremsum við EBD og skivubremsum á øllum fýra hjólunum, 15" OZ-alufelgum, tokulyktum, heilautomatiskum klimaanleggi, el-síðurútum framman og aftan, fjarstýrdum sentrallási, airbag framman, í síðunum og gardinairbag, 3-punkts trygdarbeltum við øll sitiplássini, el-síðuspegl við hita, elektroniska startsperru, hvítum instrumentum og MOMO-leðurratt og leðurgirknøtt, RDS-radio við fløguspælara, hita í setrunum og førarasetur at stilla í hædd.
2,0 Intense hevur somu útgerð sum 1,6 Invite umframt 16" alufelgur, tokulyktir , sportsetur, myrkt tónaðar síðurútar aftan og á baklúkuni.
Stílurin í kabinuni er eisini sportligur við alu-look á instrumentborðinum og í gardanboksini, eins og krom á pedalunum.
Lancer Station Wagon er ein væl gjørdur og elegantur stationcar við góðum, tryggum og sportligum koyrieginleikum. Førarasetri kann stillast í hædd, so lætt er at finna seg til rættis sum bilførari. Talan er um ein bil, sum avgjørt er kappingarførur í prísi og dygd.
Bilarnir kunnu síggjast og roynast á bilasøluni Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin.
Myndatekstur:
Mitsubishi Lancer Station Wagon 2,0 Intense
Motorurin 2,0 litur 4 syl. 16V og 135 hk
0-100 km/t 10,0 sek
Bensinnýtsla 11,6 km/l
Dekkstødd 195/50-16
Stødd og vekt:
Longd 448,5 cm
Breidd 169,5 cm
Hædd 148,0 cm
Eginvekt 1250 kg
Viðførisrúm 591 litrar
1079 litrar (v. baksetrunum niðri)
Prísur kr. 212.000,- (2,0 Intense)
kr. 195.000,- (1,6 Invite)
Søluumboð Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo