leikunum. Gunnar Dahl-Olsen er tann sterkasti av súkklarunum her heima í Føroyum, og hann er eisini sera spentur til Oyggjaleikirnar. ? Tað er eingin loyna, at oyggjaleikirnir er tað størsta fyri okkum, og [...] bitið seg fastan í A-bólkinum í Danmark, og sama dag, sum einkultstartur er á Gotlandi, er DM í Danmark, og eftirsum skálamaðurin ikki er so sterkur í einkultstarti, hevur hann valt at luttaka í DM í staðin [...] Gibraltar. ? Vit hava allir vant sera hart, og seriøsiteturin er størri enn nakrantíð, sigur Gunnar Dahl-Olsen. ? Eg haldi eisini, at hugburðurin er blivin meira professionellur. Vit tosa meira um mat, vekt
heiðursmerki í hesi kappingini. Tveir búgva í Danmark Triðja kvinnan, ið er við, er Ingibjørg Poulsen, sum eins og hinar báðar er við á Oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. Ingibjørg hevur havt sera stóra framgongd [...] hinvegin eru fleiri nýggj andlit. Og tað er eisini gleðiligt, at vit fyri fyrstu ferð hava tríggjar kvinnur við eisini, sigur Hjalti Gunnarstein. Hann sigur, at tað er rættiliga kostnaðarmikið at senda so [...] fleiri ferðir í vár. Í kúluvarpi hjá monnunum luttekur Heini Hátún, sum eisini er spildurnýggjur í Oyggjaleikahøpi. Hann er eisini við í stytstu renniteinunum ? 100 m og 200 m. Tað ljóðar kanska eitt sindur
tað ikki so nógv, tá tosað verður um bogaskjóting, compound og recurve. Bogaskjóting er ikki nøkur stór ítróttargrein her á landi, og tá so sipað verður til tvey ymisk sløg av bogum, standa tey flestu spyrjandi [...] at greiða frá. ? Recurve er tað meira traditionella slagið av boga. Bogabeinini boga øvugtan veg, har av navnið recurve. Á compound boganum eru bogarnir styttri, og eginvektin er eitt sindur størri. Sigast [...] Sigast kann, at compound bogin er væl meira »avanseraður« enn recurve bogin. Compound bogin hevur eina hjólskipan, sum gevur honum eyka megi, og hann hevur ein eksentriskan aksil. Meðan recurve bogin verður
Liðið er sera væl fyri Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti, sum fer til Gotlands fríggjamorgunin er sera væl fyri. Liðið er sett saman av nøkrum av teimum mest royndu leikarunum, sum spæla her heima [...] kvinnulandsliðnum í flogbólti, Niclas Joensen. Og hóast tað altíð er torført at spáa um framtíðina, so er tað kortini ikki uttan grund, at venjarin er so bjartskygdur. Føroyska kvinnulandsliðið hevur nevniliga [...] Manslandsliðið er sera væl fyri, og hevur givið okkum góðar arbeiðsumstøður, sigur Niclas Joensen. Nakrir skaðar Sum vera man, tá so nógv verður vant, so er vandi fyri skaðum og soleiðis er eisini á kvi
vápnið, sum særir - men vápnið, ið er grundarlagið undir fólkaræðinum - útbúgving! Í hesum døgum verða pisur klaktar, og ung fáa handað prógv her hjá okkum. Hetta er í ljósastu tíð - og ber boð um bjartar [...] hava møguleikan at útbúgva seg er sjálvandi at fegnast um - og vit eiga at hjúkla um skúlan og eggja ungdóminum enn meira til at útbúgva seg. Tá vit nema við útbúgving, so er talan als ikki bert um tær bókligu [...] »lærdómur er lættur at bera«. Hesi orð eiga vit at leggja okkum í geyma - og vóna, at bæði ungdómar og myndugleikar eisini leggja sær hetta í geyma, tá kosin skal stingast út í kortið. Tað avgerandi er, at lærdómur
sosial- og heilsumál. Her er vert at leggja afturat, at 10 prosent av hesum útreiðslum vóru brúktar til barnaansing. Og júst barnaansingin er nakað, sum Leivur Hansen, borgarstjóri, ikki er nøgdur við. Í ár [...] upphædd til góðar 314.000. Hetta er aá leið 10 prosent meir enn mett var frammanundan, og slíkt sæst aftur, um væl verður farið um. Útreiðslumeting- arnar hildu væl Og tað er tað eftir øllum at døma í Havn [...] brúktar 18.677 mió. til mentan og umhvørvi. Tað sum serliga spælir inn á hesi konto er, at íløgustuðulin til feløg v. m. er 2.334 milliónir meira enn ætlað varð frammanundan. Uppi í hesum hongur, at Kommunan
neystið er nú ásurin, sum alt virksemið hjá felagnum melur um. Og tað er ikki lítið arbeiðið, sum er lagt í neystið og stykkið rundanum, fyri at gera tað ístand og at hampa rundanum. Í kjallaranum er nógv [...] so er fyri fyrst. Ovasta hædd er eitt stórt rúm, men har hava teir sett ein gamlan, hugnaligan kolkomfýr upp. Somuleiðis er nógvur viður og klædningur skiftur út, sum varð rotnaður og samstundis er isolerað [...] at ganga her í felagnum. Naddoddur sjóðar okkum saman í einum felagsskapi og okkurt verri frítíðarítriv kunnu fólk hava. ? Tað er í hvussu so er stuttligari og at rógva við Naddoddi enn tað er at rógva
Avtalan, sum undirskrivað varð í seinastu viku, er ein sonevnd fastprís avtala. Tað vil siga, at gjaldið er fast, líka mikið, hvussu stór nýtslan er. Vanligt er, at Internet útbjóðarin, í hesum førinum Ólivant [...] brúkaranum. Tað vil siga adressur, heimasíður og tílíkt. Men soleiðis verður ikki í her, sigur Regin Ellingsgaard. Her verður tað KT-Depilin, sum fer at umsita hesar uppgávur nar. Tað krevur sjálvandi eisini [...] adressuni: www.skulin.fo Regin Ellingsgaard harmast um, at heimasíðan hjá KT-Deplinum ikki er so góð, sum ynskiligt er. Men hann uggar seg tó við, at tað fer at batna, tá fólk verður sett í heyst.
bygd okkara. Hilmar Bech, sum er ættaður úr Porkeri tók læraraprógv á Haslev Seminarium í 1958. Hann var lærari við Vágs skúla í 1958-59, og hevur síðan 1959 verið lærari her í bygdini. Síðan 1967 hevur [...] hevur Hilmar altíð verið ein náttúrligur partur í lívi okkara og í bygdarlívinum her. Hann hevur dagliga tikið lut í øllum her og hevur altíð steðgað á og havt eitt hugnaligt prát við øll, ið hann hitti. Góði [...] sent børn okkara í skúlan, meðan tú enn vart lærari her. Tá vit koma upp í árini, og leggja lívsstarv okkara frá okkum, mugu vit ásanna, at sólin er komin nakað vestur á luftina. - Spennandi var í barna
Hetta er júst har, ið bygdin Tvøroyri er vaksin uttan um, og Doktarahúsini vóru fyrstu húsini á staðnum, ið ikki beinleiðis høvdu nakað við kgl. handilin at gera. Handilin kom í 1836. So Tvøroyri er ikki [...] kring húsini, sum nú er friðað øki. Millum annað standa nakað omanfyri Doktarahúsini, húsini hjá faktor, handilsuppsitaranum, og niðanfyri er lítið hús, ið minnir um eitt neyst. Hetta er Gestastovan, har fiskimenn [...] hetta so er elsta hotel í Suðuroynni. Tað kenda staðið Valurin vita ikki øll hvar ið er. Millum eina á nærhendis doktarahúsunum og eitt gil nær Sjúkrhúsbrekkuni, hevði læknin eina trøð. Valurin er páløgd