Teimum flestu sigur tað ikki so nógv, tá tosað verður um bogaskjóting, compound og recurve. Bogaskjóting er ikki nøkur stór ítróttargrein her á landi, og tá so sipað verður til tvey ymisk sløg av bogum, standa tey flestu spyrjandi.
Vit bóðu Schandorff Vang greiða frá mununum á hesum báðum. Tað hevur hann gjørt ofta fyrr, og tí liggur væl fyri at greiða frá.
? Recurve er tað meira traditionella slagið av boga. Bogabeinini boga øvugtan veg, har av navnið recurve. Á compound boganum eru bogarnir styttri, og eginvektin er eitt sindur størri.
Sigast kann, at compound bogin er væl meira »avanseraður« enn recurve bogin.
Compound bogin hevur eina hjólskipan, sum gevur honum eyka megi, og hann hevur ein eksentriskan aksil. Meðan recurve bogin verður tyngri og tyngri, jú meira tú hálar, hevur compound bogin eina krappa kurvu, og tá tú spennir meir enn eitt vist, verður hann lættari aftur.
Í recurve heldur tú ørvinum við fingrunum, meðan compound bogin hevur ein sonevndan »release«. Compound bogin er eisini útgjørdur við eini linsu, sum forstørrar millum 4 og 8 ferðir, og harafturat hevur hesin bogin ein pall, har ørvurin hvílir á, meðan miðað verður.
Tað verður mett sum vanligt, at ein byrjar við recurve og síðani fer yvir til compound, hóast tað ber til at byrja við compound beinanvegin.










