?Okur varðveita teir gomlu bátarnar við at brúka teir.
Tað er loysunnarorðið hjá bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri.
Á Tvøroyri, sum so nógva aðrastaðni í Føroyum, er ansurin fyri tí gamla veruliga vaktur aftur.
Eisini ansurin fyri teimum gomlu bátunum.
Tað byrjaði í smáum við at einstaklingar á Tvøroyri átóku sær at taka ymsar gamlar bátar í varðveitslu.
Men síðani hevur tað vundið uppá seg, og nú er tað næstan blivið eitt kall.
Vit hava sett trimum av undangongumonnunum stevnu á loftinum á tí rúmliga og hugnaliga neystinum, sum tvøramenn hava fingið at varðveita bátarnar í.
Poul Laðanberg, formaður í bátafelagnum, Jákup Jensen Kassameistari og Helgi Enni, tiltakslimur, sessast við langborðið, sum stendur við vindeygað oman ímóti mølini, og við góðum útsýni yvir bátabrúnna og fjørðin, greiða teir Sosialinum frá virkseminum hjá felagnum.
?Tað er einki yvir at dylja, at tað er tað megnar arbeiðið, sum vágbingar hava gjørt fyri at varðveita teir gomlu grindabátarnar, og tey gomlu neystini, sum eru okkara stóra fyrimynd, sigur Helgi Enni.
Millum teir fyrstu bátarnir, sum tvøramenn fingu undir hond, vóru fýramannaførini Skemmingur úr Sandvík, sum Rasmus á Stykkinum hevur smíðað, og Jógvansstovubáturin úr Skúvoy, sum Petur Arabo á Sandi smíðaði í 1906.
? Teir ætlaðu at blaka bátin burtur, men ein tvøramaður, sum var í Skúvoy, bað teir heldur lata seg fáa hann, og soleiðis kom hann suður.
Men tað er ikki fyrrenn nú hesi seinstu trý árini, síðani teir fingu Nadodd, at verulig gongd er komin á arbeiðið, siga teir tríggir.
Tað gekk ikki so øgiliga leingi frá at hugskotið birtist, til at útvega ein seksæring í gomlum sniði, inntil Naddoddur var smíðaður.
Hann var flotaður 31. mai 1996 og síðani hevur nógv virksemið verið savnað rundanum hann.
Fyri at skipa viðurskiftini betri, stovnaðu tvøramenn bátsfelagið Tjaldrið.
Men síðani hevur felagið broytt navn til Nadodd og samstundis broytti tað navn frá at vera bátsfelag til at vera bátafelag.
Tí nú hevur felagið fingið fleiri bátar í varðveitslu, umframt teir áðurnevndu Skemming, Jógvansstovubátin, sum nú komu undir felagið, og so sjálvandi Naddodd.
Aðrir bátar, sum felagið eigur, er fýramannafarið Lundin, sum eisini hevur motor, hann er smíðaður í 1927.
Seksmannafarið Lómurin hevur eisini motor og hann hevur eina heilt serliga søgu
Hann varð einaferð burturlutaður í Vestmanna og ein tvøragenta inni í Húsgarði vann hann.
Men síðani keyptu Andrias hjá Pola og aðrir bátin frá henni fyri 1.600 krónur og teir brúktu hann í nógv, nógv ár til at fiska sild við og til at vera við snaru.
Hann er ætlanin at gera í upprunastand til fólk at brúka, sum ikki eiga bát.
? Men skuldi tað verið nakar, sum liggur inni við einum gomlum motori skal staðiliga verða heitt á tey um ikki at tveita hann burtur, men at lata okkum fáa hann, so vit kunnu gera hann ístand, siga teir tríggir á Naddoddi.
? Sama áheitan fer til tey, sum kanska hava onkrar lutir, ella amboð, sum tey gomlu brúktu fyrr-tveitið tað endiliga ikki burtur, tí vit hava stóran áhuga fyri at varðveita tað.
Tann seinasti, men nógv tann sermerktasti báturin, sum bátafelagið eigur, er kappróðraráturin Catch.
Sí aðrastaðni í blaðnum tað, sum Einar Larsen skrivaði um henda sjáldsama bátin í blaðnum ?Suðuroynni?.
Síðani viðurskiftini vórðu meiri skipað, hevur tað eisini eydnast felagnum at fáa eitt stórt og rúmligt neyst frá N.J.Mortensen og tað neystið er nú ásurin, sum alt virksemið hjá felagnum melur um.
Og tað er ikki lítið arbeiðið, sum er lagt í neystið og stykkið rundanum, fyri at gera tað ístand og at hampa rundanum.
Í kjallaranum er nógv grivið og reinsa omanav gólvinum. Uttanfyri er somuleiðis nógv grivið omanav dráttinum.
Í kjallaranum er rúmd fyri fýra bátum.
Í Miðhæddini eru teir í ferð við at gera WC og brúsur, annars er eitt stórt rúm eftir í miðhæddini, sum teir ætla at lata standa, í hvussu so er fyri fyrst.
Ovasta hædd er eitt stórt rúm, men har hava teir sett ein gamlan, hugnaligan kolkomfýr upp.
Somuleiðis er nógvur viður og klædningur skiftur út, sum varð rotnaður og samstundis er isolerað.
Í tilfari hevur alt hetta ikki kosta nógv, tí teir á Naddoddi siga, at teir hava fingið nógvan stuðul frá felagsskapum, stovnum og einstaklingum.
Í arbeiðsløn hevur tað heldur ikki kostað nógv, tí alt er gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.
Men arbeiðsmegi hevur tað kostað nógv av.
? Vit hava arbeitt í neystinum nógv kvøld um vikuna og nógvar leygardagar. Men tað hevur kortini ongantíð verið drivið so nógv á, at tað er blivið strævið og keðiligt. Vit eru givnir klokkan 10-11 um kvøldið so tað hevru ikki verið so galið.
? Og vit hava heldur ikki gloymt at hugna okkum. ? Tað hevur meiri enn so hent seg, at onkur onkur er komin við enskum búffum, ella onkru øðrum at leggja á pannuna, ella at onkur er komin við pannukakudeiggi o.s.fr.
? So hóast nógvir tímar eru lagdir í neystið hevur tað heilt avgjørt eisini verið avbera stuttligt og hugnaligt, eru teir tríggir púra samdir um.
Tað eru nú eini 120 fólk um alt landið, sum eiga í Naddoddi. Ein av teimum er ríkasti maður í Danmark, Mærsk McKinney Møller.
Eigari gerst ein við at keypa eitt partabræv uppá 1.000 krónur í bátinum-men Mærsk-maðurin fekk sítt til gávus, nú hann var á Tvøroyri.
Og í hesum sambandi hava teir eitt lítið hjartasuff.
Hóast vit eru heilir 120 fólk, sum eiga í bátinum, eru tað ikki meiri enn teir somu 10-15 menninir, sum trúliga møta upp at hjálpa til, tá ið vit putlast í neystinum, ella okkurt annað er at gera.
? Tað er ikki so løgið, at 85 ára gamli Mærsk Mckinney Kinney Møller ikki er so ofta í neystinum.
? Men tað hevði verið kærkomið um eitt sindur fleiri mans tóku lut í dagliga virkseminum fyri at fáa hetta at ganga, siga teir tríggir nevndarlimirnir í Naddoddi. Tað er eisini bæði lættari og hugnaligari, tess fleiri vit eru.
Ætlanin við neystinum er at gera tað soleiðis, at tað kann vera ein miðdepil fyri siðsøguligari siglingarmentan, og at innrætta tað soleiðis, at heimligir eins og fremmandir siglingarmenn kunnu gista í tí.
Varðveita tað gamla
Endamálið hjá Bátafelagnum Tjaldrinum felagnum er at varðveita gamla føroyska bátin og ta aldargomlu siglingarmentan, sum knýtt er at honum.
? Men tað skal ikki gerast við at setabátarnar á savn, hóast tað bara er alt gott at siga um teir bátarnar, sum eru varðveittir á savni. ? Hugsjónin er, at tað gerst vest við at brúka bátarnar.
? Vit halda, at skal tann gamla siglingarmentanin varðveitast, er tað neyðugt, at bátarnir verða brúktir og at tey yngru læra at brúka teir og at sigla við teimum, siga teir tríggir nevndarlimirnir í Naddoddi.
? Vit halda, at fyri at røkka endamálinum hjá felagnum, hevur tað størsta týdning, at felagið er virkið og at bátarnir verða brúktir so ofta, sum høvið býðst.
Teir halda, at hetta er í evstu løtu, at stig verða tikin til at bjarga teimum gomlu bátunum, sum eiga lívið í føroyinginum.
? Nógvir hava verið so illa farnir, at tað hevði ikki gingið nógv ár afturat, so vóru allir rotnaðir upp, siga menninir á Naddoddi.
?Men umframt mentanarligan týdning, halda teir eisini, at ein slíkur felagsskapur sanniliga eisini hevur ein stóran sosialan týdning.
? Vit fáa nógvar løtur at ganga her í felagnum. Naddoddur sjóðar okkum saman í einum felagsskapi og okkurt verri frítíðarítriv kunnu fólk hava.
? Tað er í hvussu so er stuttligari og at rógva við Naddoddi enn tað er at rógva út á internetinum, sigur Helgi Enni.
Langferðir og harmonikastevna
Síðani Naddoddur varð bygdur, hevur felagið skipa fyri fleiri tiltøkum.
Tey størstu tiltøkini vóru á sumri 1997, tá ið tvøramenn framdu tað bragd at rógva og sigla við seglum til Noregs og heim aftur á sumri 1997.
Annað bragdið varð gjørt, tá báturin við fýra monnum róði til Íslands á sumri 1998.
Nadoddur hevur eisini róð kapp á tveimum ólavsøkum- og vunnið báðar ferðir.
Teir hava eisini verið norðanfyri nakrar ferðir í øðrum sambandi
Tvær ferðir hevur bátafelagið Í Havn ætla sær suður at vitja, men báðu ferðina máttu tey setast aftur fyri veður.
Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum, t.d.
siglingarmentanarligum fyrilestrum, undirhaldi o.ø.
Í summar er ætlanin at hava harmonikustevnu á Trongisvágsfirði eitt vakurt summarkvøld, og tá er ætlanin at fleiri bátar skulu vera við. Ætlanin er at fara yvir á Krambatanga at spæla og syngja og hugna sær.
Ætlanin er, at fólk skulu hava ein kaffimunn, ein matpakka og Føroya Fólks við.
Aftan á verður hugnaløta í neystinum. Teir siga, at fyrr var tað gamalt at tvørafólk róði yvir á Lítla Holm til stuttleika.
Ætlanin er eisini at skipa fyri fiskikapping.
Í summar, beint eftir jóansøku, fer Naddoddur til Hetlands, har regatta er í summar.
Hann ætlar eisini at verða við á eini ferð, saman við grindabátunum í Vági rundanum suðuroynna.
Hetta er ein ferð, sum ætlandi fer at vara einar tveir dagar, tí meiningin er at leggja inn á ymsum bygdum á ferðini.
Og nú á jóansøku er ætlanin at sigla við børnum á tvørafjørði.
Teir eru ikki so væl stillaðir við bjargingarvestum. Nakrar eiga teir, men tað hevði verið gott, um børnini hevði vestar við sjálvi.
Í Nevndini fyri Naddodd eru nú Poul Laðanberg, formaður, Don Petersen, skrivari, Jákup Jensen, kassameistari, Sverri Jensen, nevndarlimur og Michael Strøm, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Helgi Enni og Ernst Petersen.