Teir seks føroysku súkklararnir fara til Gotlands við góðum treysti. Tey bæði árini, síðani leikirnir vóru á Jersey í 1997, hava verið rættiliga hendingarík fyri føroysku súkklingina.
Serliga hevur framgongdin hjá Boga Kristiansen og Rógva Johansen verið ómetaliga stór, og teir báðir føroysku súkklararnir í Danmark eru eisini av góðum grundum teir, størst vónir verða settar til.
Á Gibraltar fyri fýra árum síðani fingu Føroyar sera góð úrslit í súkkling, men á Jersey hilnaðist ikki so væl. Tó eydnaðist tað Boga Kristiansen at fáa bronsumerki í býarkoyringini á seinasta degnum á leikunum.
Gunnar Dahl-Olsen er tann sterkasti av súkklarunum her heima í Føroyum, og hann er eisini sera spentur til Oyggjaleikirnar.
? Tað er eingin loyna, at oyggjaleikirnir er tað størsta fyri okkum, og longu beinanvegin eftir, at leikirnir eru endaðir, verður sæð fram til næstu leikirnar, sigur Gunnar, sum vann eitt silvurmerki í 100 km kappingini á Gibraltar.
? Vit hava allir vant sera hart, og seriøsiteturin er størri enn nakrantíð, sigur Gunnar Dahl-Olsen.
? Eg haldi eisini, at hugburðurin er blivin meira professionellur. Vit tosa meira um mat, vekt og svøvn o.s.fr., og støðið sær eisini út til at vera høgt, heldur hann.
Venjing skal til
Súkkluárið í fjør var langt ? tað endaði ikki fyrr enn í oktober. Síðani hildu teir frí í november, men longu í desember vóru teir aftur at síggja á hjólhestunum. Tá var tað fimm dagar um vikuna, og nú leikirnir nærkast, eru teir á vegunum hvønn dag.
? Tað skal nógv til fyri at koma í góða venjing ? tað liggja fleiri árs arbeiði aftanfyri, um tú skalt byggja ein grundform upp, vísir Gunnar á. Sostatt krevur tað nógva tíð og orku, um tú skalt gera teg galdandi á súkklu á Oyggjaleikunum, og føroysku súkklararnir hava heldur ikki spilt tíðina burtur. Millum annað hava nakrir av teimum verið á venjingarlegu á Mallorca, og teir súkklararnir, sum vanliga eru heima í Føroyum, hava eisini verið í Danmark og koyrt eitt sindur saman við Boga og Rógva, m.a. fyri at venja seg við at koyra í kappingum, har nógvir súkklarar eru.
Tveir í A-bólkinum í Danmark
Sum áður nevnt verða størstu vónirnar settar til Boga Kristiansen og Rógva Johansen.
Bogi hevur nú í eina tíð súkklað í A-bólkinum niðri í Danmark, og herfyri kom Rógvi eisini upp í A-bólkin.
Sum súkklarar eru teir báðir hvør sín. Bogi er bestur á longru teinunum og í býarkoyringini, meðan sterka síðan hjá Rógva er sonevndi einkultstarturin, har súkklararnir fara avstað ein og ein og bert súkkla móti tíðini.
Í síðstu viku bleiv Rógvi nr. 9 í eini kapping í Danmark, og tað má metast sum einastandandi gott úrslit.
Eisini í Danmark í síðstu viku kom Bogi á mál saman við »høvuðsfeltinum« og endaði sum nr. 27 av 130 súkklarum. Tá vóru so kendir menn sum Bo Hamburger og Michael Sandstød longu settir av!
Teir somu eru favorittar
Á Jersey fyri tveimum árum síðani vóru tveir súkklarar, sum skaraðu burturúr. Teir vóru Andrew Roche av Isle of Man og Andres Lauk frá Saaremaa. Roche hevði júst tá vunnið eina stóra professionella kapping í Írlandi, og Lauk umboðaði Estland á olympisku leikunum í Atlanta í 1996.
Teir verða báðir við aftur hesaferð, og tað sama verður hetlendingurin Carlos Riise, sum eisini stóð seg sera væl á Jersey.
Gunnar Dahl-Olsen sigur, at hesir báðir fyrru vóru sera væl fyri, ikki minst taktiskt, og teir verða eisini favorittar hesaferð.
Bogi ikki við til einkultstartin
Fyrsta kappingin á leikunum er einkultstarturin, og har eru vónirnar best til Rógva Johansen og Jóhann Brend, sum er komin við aftur, eftir at hann ikki var við á Jersey. Hann var annars við bæði á Gibraltar og á Isle of Wight í 1993, tá hann var eykamaður.
Bogi Kristiansen verður ikki á Gotlandi, tá einkultstarturin verður koyrdur.
Hann hevur so smátt bitið seg fastan í A-bólkinum í Danmark, og sama dag, sum einkultstartur er á Gotlandi, er DM í Danmark, og eftirsum skálamaðurin ikki er so sterkur í einkultstarti, hevur hann valt at luttaka í DM í staðin fyri ? og tað kann eingin heldur siga hann ringan fyri.
Tað er góð orsøk til at hava góðar vónir til føroyska súkklulandsliðið á Gotlandi. Framgongdin hevur verið sera stór seinastu tvey árini. Á Jersey vóru føroyingarnir heldur ikki serliga hepnir, og fleiri av teimum súkklaðu ikki upp til sítt besta. Um teir gera tað hesaferð, er ikki so langt av leið at rokna við onkrum heiðursmerki hesaferð, ikki minst í liðkappingini, tí føroyska liðið sær út til at vera javnt betri enn hini liðini, har av fleiri dúva nógv upp á einstakar súkklarar. Og tað hjálpir ikki so nógv í liðkappingini, har tað eru tríggjar tær bestu tíðirnar hjá hvørjum landi, ið verða lagdar saman.
Føroyska súkkluliðið á Gotlandi er mannað við Boga Kristiansen, Rógva Johansen, Gunnari Dahl-Olsen, Jóhann Brend, Sverra Mohr Edvinsson og Christiani Guttesen.