Føroysk børn eiga at fáa undirvísing í føroyskum máli og um føroysk viðurskifti, líka mikið, hvar í heiminum tey eru.
So einfalt kann endamálið hjá KT-Deplinum tulkast, tá tosað verður um fjarundirvísing.
Eitt av endamálunum hjá KT-Deplinum er at fáa skipaða fjarundirvísing í føroyska skúlanum. Vit eru ikki komnir nakran veg enn, sigur Regin Ellingsgaard, leiðari á KT-Deplinum. Men grannar okkara, Noreg og Ísland, hava sonevndan netskúla, har teir gjøgnumganga pensum. Og tí eiga vit at arbeiða fram í móti at náa.
Í seinastu viku undirskrivaðu Undirvísingar- og Mentamálastýrið og Føroya Tele eina avtalu, sum gevur øllum næmingum og lærarum í landinum egna teldupost adressu.
Hendan avtalan fer at bøta um undirvísingarmøguleikarnar hjá lærarunum.
Tað verður ikki soleiðis, at teir nú skulu sita og »surfa« alla tíðina, sigur Regin Ellingsgaard. Men hetta gevur møguleikar fyri lættari at sleppa fram at undirvísingartilfari, samskipan o.s.fr.
Avtalan, sum undirskrivað varð í seinastu viku, er ein sonevnd fastprís avtala. Tað vil siga, at gjaldið er fast, líka mikið, hvussu stór nýtslan er.
Vanligt er, at Internet útbjóðarin, í hesum førinum Ólivant, røkir áhugamálini hjá brúkaranum. Tað vil siga adressur, heimasíður og tílíkt.
Men soleiðis verður ikki í her, sigur Regin Ellingsgaard. Her verður tað KT-Depilin, sum fer at umsita hesar uppgávur nar.
Tað krevur sjálvandi eisini arbeiðsmegi.
Og hana fær Depilin væntandi í heyst, tá fólk verður sett burtur av at taka sær av slíkum.
Annars hevur skipanin koyrt sum royndarskipan eina tíð. Fimm skúlar hava verið við í hesi royndarskipan. Teir eru Svínoyar-, Skála-, Vestmanna- og Tvøroyrar Skúli saman við Kommunuskúlanum í Havn. Tríggir av hesum skúlum hava egna heimasíðu, sum sæst á adressuni:
www.skulin.fo
Regin Ellingsgaard harmast um, at heimasíðan hjá KT-Deplinum ikki er so góð, sum ynskiligt er. Men hann uggar seg tó við, at tað fer at batna, tá fólk verður sett í heyst.