og kærleika eitrandi løgur við hondina onki medvit - sjálvseitran - tó eitt vakið eyga ansar eftir at eingin tekur tann síðsta dropan annars stendur neyðin í durunum tostin ið aldri slóknar vónloysi, ráðaloysi [...] ráðaloysi gangi framvið hugmóðin, sjálvgóðskan reinleikans glæma randar ennið men vendi aftur ynski at koma á tal við tey onki lívstekin onki svar Vit knógva okkum innar í tað lekjandi, bleiktrandi dagsljósið [...] knógvandi innar í kirkjuna gáttin var heldur høg men tað gekk festi í kertu ið har stóð bíðaði eftir at branda geislandi ljós bjartar ljósrípur tekin um takksemi gleðin breiðir seg eins og ringar í vatni
longdar. Vinnari av Daewoo Marathon Cup verður tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 42.195 metrar. Kappingin er skipað fyri bæði kvinnur og menn. [...] tvs. fyri tey, sum eru fødd í 1956 ella fyrr. Støðan eftir fyrsta umfar, sum var 31. august, er tann, at hjá monnunum er Jonhard Larsen úr Treystinum fremstur, meðan Sigurð Justinussen úr Bragdinum er nummar [...] Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup verður so tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Eisini
tíggju teir fremstu í heiminum, sjálvt um ratingtal hansara liggur um 2660. Torført er at siga um hann megnar at basa Anand í kviktalvsumdystinum, eftirsum hesin er kviktalvsekspertur, men møguleikan hevur [...] Evgeny Bareev, somuleiðis úr Russlandi. Bareev vann nevnliga fyrra talvið og krav Shirovs varð sostatt at vinna tað seinra. Shirov vísti seg, ikki óvæntað, frá sínari bestu síðu í hesum seinna talvið og stutt
nni úr Fuglafirði, sum 75 ára gamalur hevði lagt árarnar inn. Lívstráðurin rakk ikki longur, eftir at hann nú í nøkur ár hevði verið plágaður av herviligari sjúku. Dan Reinert Petersen var føddur í 1946 [...] hug til sjólívið, og var hann eisini til skips á ungum árum og hevur enntá verið til fiskiskap, eftir at hann gavst sum lærari. Tí fylti eisini umstøðurnar hjá vanliga fiskimanninum nógv í hansara fatan av [...] sínari vitan geva kjakinum eitt ríkari innihald. Javnaðarflokkurin stóð hansara hjarta nær. Umframt at hann av og á kom við góðum ráðum um ymisk mál til bæði formann og onnur, so gav hann eisini flokkinum
Vestur í ár. Suðringarnir hava tapt allar tríggjar dystirnar. Á hugaligu kontuni hjá suðringum er, at hetta var væl minni tap, enn tey bæði undanfarnu hava verið. Mona Poulsen var fyri aðru ferð í ár [...] í 31. og 71. minutti. Eyðvør Klakstein og Durita Hummeland staðfestu 5-1 sigurin, sum ber við sær, at KÍ nú er einamalt oddalið við fullari úrtøku. Undan hesum umfarinum høvdu KÍ og NSÍ 6 stig í part. [...] síðani 12. juli í 2020, tá ið hon í 3-2 tapi í Klaksvík skoraði annað B36 málið, veit faroesoccer.com at siga. Hini málini í dag skoraðu liðformaðurin Olga Kristina Hansen og Livyan Silva, sum í fjør var
inn við nærra stólpanum. Tá var meiri enn ein hálvur tími eftir, men tað eydnaðist hvørgum av liðunum at skora fleiri mál. B36 hevði onkran heilt góðan møguleika, men Abigail Mensah úr Ghana vardi NSÍ málið [...] Kristina D. Gásdal í tíðini, sum dómarin legði aftrat, um munin til 4-2 til HB. Hetta var fyrsta ferðin, at Kristina var málskjútti í bestu deildini. Í Sarpugerði vann Víkingur 4-0 ímóti TB/FCS/Royn. Rakul Sørensen [...] Olsen Dalheim staðfesti 4-0 sigurin við sínum triðja málið í ár. Trivaligi heimasigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur togað seg upp á fimta plássið. KÍ – EBS/Skála 4-0 (1-0) 1-0: Eyðvør Klakstein 13
Helgi Dam Ziska er ikki við á føroyska liðnum í hesari kappingini. Teir eru at kalla javnsterkir. Hetta er vist onnur ferðin, at vit møta Finnlandi á fýra borðum. Vit møttu teimum á olympiaduni í sveisiska [...] styrkismettir ovari enn vit, og hava hægri ratingtøl á øllum borðum. Fyritreytirnar eru tí tær somu sum í at kalla hvørjum dysti; vit eru the underdog. Hvørgin av bestu telvarunum eru við. Tomi Nyback er ikki
eftir at Havnar Telvingarfelag hevði verið einsamalt felag síðani 1923. Felagið var bara til í eini tíggju ár, so sovnaði tað. Knotur vóru kortini í teimum, og kanska vórðu teir fyri vanbýti, at teir ikki [...] vunnan dyst. Í fyrsta umfari í dag verða fyrru innanhýsis dystirnir hjá feløgunum á skránni. T.v.s. at Havnin 1 og Havnin 2 telva móti hvør øðrum, sama gera Sandavágur 1 og 2 og Klaksvík 1 og 2. Tey ellivu
Tað er møguleiki fyri, at steypafinalan verður millum KÍ og Víking, sum síðani 2016 hava spælt tvær finalur og vunnið hvør sína. Lutakast hevur fyri lítlari løtu síðani verið um, hvør skal spæla ímóti [...] fyrrverandi B71 spælari og steypavinnari í 1993 stóðu fyri lutakastinum. Lutakastið lagaði seg soleiðis, at KÍ og AB hittast í aðrari hálvfinaluni, og B68 og Víkingur hittast í hini hálvfinaluni. 20. mai hittast [...] Jonhardsson. AB hevur ongantíð verið í steypafinaluni. B68 hevur tvær ferðir verið í finaluni uttan at vinna. KÍ hevur vunnið steypakappingina seks ferðir, og Víkingur hevur vunnið steypakappingina sek
Belarus 6-0 á uttanveltaðum vølli í Ungarn. Í sama bólki megnaði Skotland á Hampden Park at vinna 3-1 á Grikkalandi aftaná at hava verið aftanfyri 0-1. Danmark og Skotland hava aftaná trý umfør sjey stig hvør [...] Eysturríki á heimavølli ein risastóran 10-0 sigur á San Marino. Í sama bólki megnaði Kýpros á heimavølli at knógva ein 2-2 javnleik móti Bosnia Hersogovina, hóast útiliðið var á odda 2-0. Eysturríki er fremst