Besta mansliðið hjá føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyar, hevur nú otað seg upp í oddin í Keypmannahavnarseriuni. Leygardagin vann liðið 3-1 á botnliðnum Union. Málini skutu Pætur Dahl, Jørgin Meitilberg og Allan Michelsen. Hin bæði oddaliðini taptu sínar dystir, og tí hevur ÍF Føroyar styrkt um sína støðu í oddinum. ÍF Føroyar liggur nevniliga á øðrum plássi á stigatalvuni - trý stig aftanfyri oddaliðið. Fremsta liðið flytur beinleiðis upp, meðan liðið á øðrum plássi sleppur at spæla uppflytingardyst. ÍF Føroyar hevur nú ein dyst eftir áðrenn summarsteðgin.










