- Stuðli teimum, ið arbeiða fyri javnstøðu

Ein av fyrstu veljarunum á val fyrrapartin var Johanna Arge. Vit spurdu hana, hví hon var farin á val?
- Tað er tí, at eg fegin vil stuðla teimum, sum vilja arbeiða fyri javnstøðu innan kirkjugátt. Tað vil siga teimum, sum ganga inn fyri kvinnuligum prestum og prestum, ið eru fráskildir.
Gongur tú nógv í kirkju sjálv?
- Ikki so nógv, men viðhvørt til serlig høvi
Er tað nakar, sum hevur rikið teg á val í sambandi við kirkjuráðsvalið?
- Ja, tað er tað.