Sigrid byrjaði á gamla Apotekinum í miðbýnum í 1966, tá hon fór í læru sum defektrisa, og í 1992 tók hon útbúgving sum farmakonomur. Hon sigur, at Apotekið er eitt sera gott arbeiðspláss, og hon trívist væl millum tey umleið 60 starvsfólkini á Trapputrøðni.
Sigrid er ættað úr Klaksvík, dóttir Rakul, f. Hansen, úr Fuglafirði, og Óla Hans Biskupstøð úr Klaksvík. Hon er gift Napolen Joensen, og tey eiga tvær døtur: Rigmor, sum býr í Norra, og Rakul, sum býr í Danmark. Barnabørnini eru 3 í tali.