Tað lotar úr Eysturskarði
um garðarnar, Onghamar
og Svarthamar. Tað skyggir
í gluggakarmi og á rygggásum
um tann víða fjørð
nú Jenny drotning
av Bakkanum
er eitt ár eldri enn í fjør.
Hetta er tín dagur -
ein áttatifimm ára løta,
sum livir við
tína hjartalund
í døgum, vikum ....
vár-, summar-,
heystar- og vetrarstund
Hetta var tín lívssproti
at vera ein fitt og vinarlig
koll´fjarðar - bakkakona,
á Ovara vegi -
hvørjum gerandisdegi -
so skemtingarsom og hugfarslig.
Tøkk fyri
Hjartaliga til lukku
Frits