Eitt mál kom í dystinum ímillum KR og Njarðvík um vikuskiftið, og málið fekk KR. Rógvi Jacobsen spældi allan dystin á liðnum hjá KR, og í málinum hjá Njarðvík var ein annar kenningur í Føroyum. Albert Sævarsson, sum hevur vart málið hjá B68, er málmaður hjá Njarðvík, og hann spældi ein sera góðan dyst ímóti KR, ið var stórfavorittur til at vinna. Einasta málið í dystinum skoraði KR beint fyri hálvleik, tá ið Rógvi Jacobsen sendi inn fyri til liðfelagan Bjarólfur Lárusson, ið skoraði.