GÍ hevði í fjør óvanligar trupulleikar við at manna plássi sum málmaður á besta liðnum. Fleiri málmenn royndu seg, men skaðar og annar skaptu óstabilitet á plássinum. Í vetur hevur GÍ leitað eftir nýggjum málmanni, og hann hava teir nú funnið. Ungarski Geza Turi hevur royndarvant í felagnum seinastu tíðina, og nú hevur GÍ gjørt avtalu við hann fyri næsta árið. Turi er farin eitt legg til Ungarn, men avtalan millum partarnar verður undirskrivað, tá ið Turi kemur aftur til landið í morgin, skrivar heimsíðan hjá GÍ.