rak á land og gjørdist vrak. Tá í tíðini høvdu skipini lítlan motor, og tí eydnaðist tað ikki monnum at toga skipið av aftur sandoyruni í Hvalvík. Ein teirra, sum visti nokso fitt um skipið og hendingina [...] streymneslandið, sleit í illveðri og rak inn á sandin í Hvalvík, har hon gjørdist vrak. Og her hevur vrakið so ligið. Frøði heldur, at skipsbrotið er hent onkuntíð beint fyri 1920, og tíðarritið veit eisini at [...] Niels av Selatrað hevði danska konu, og tey fluttu niður til Danmarkar at búgva. Hann helt fram at sigla og eitt árið, hann var í enskari havn, datt hann í dokkina og druknaði. Í Føroya Siglingarsøgu síggja
allar raskastu og fimastu monnum á sjógv so væl sum á landi. Hann royndist sera væl sum maskinmaður, og ikki minni væl sum formaður á útrórðabátum. Hann hevur roynt bæði línubat, trolara og slupp. Altíð [...] lurtað eftir. Frederik og Elly hava altíð verið fyrikomandi hjún, serstøk evnir at verða góð við yngra ættarliðið. Nú eru næstan øll á garðinum gjøgnum mong ár farin í Harrans hendur. Vit takka tykkum fyri [...] fyri, at tit eru sum tit eru. Sjálvt um eygur og heilsan ikki er sum ynskiligt, vóna vit at hava tykkum millum okkum í mong ár. Bestu heilsur og Harrans signing yvir komandi dagar. Ein vinur.
- Eg eri illa lýdd millum bilførarar í býnum, tí eg gangi og sløkki bilar, sum standa í tomgongd. Dáman, sum hevði tikið sakina í egnar hendur, var ikki tann einasta á kjakfundinum mánakvøldið um miðbýin [...] longur skúgva bæði fólk og lív á gøtunum burtur. Eisini borgarstjórin, Heðin Mortensen, vísti á, at býráðið við jøvnum millumbilum hevur arbeitt við ætlanum um slíkar tunlar. Tunlar og brýr Í Føroyum er tað [...] áttu at verið brýr millum tær gøturnar, har flestu handlar og fólk halda til, skeyt ein av luttakaranum upp. Hetta er heilt vanligt í øðrum býum, og síggja slíkar skipanir út til at rigga heilt væl. Drepandi
Hon hevur lagt lív og sál í Cafe Karlsborg. - Eg havi avsýrað hvørt viðarsprek her inni, og eg og maðurin hava sjálvi innrættað cafeina, sigur Olevina Joensen. So tað er eitt sindur beiskt hjá Olevinu [...] av ongum, og nú triðju ferð er orsøkin hon, at húsini skulu takast niður, og ein aktiveringsmiðstøð fyri skaddar sjómenn skal byggjast har í staðin. - Eg havi verið í rættinum við málinum, og dómurin har [...] við skerpikjøti og øðrum føroyskum viðskera. - So tað er ógvuliga harmiligt, at eg nú má gevast, nú summarið stundar til og eg skal til at tjena pengar. Vit eru jú kend um allan heim, og hava enntá verið
fram til søguna um Ruth og Mjólkaforsýningina. Hann hevur millum annað funnið fram til tekningar av Ruth frá skipasmiðjuni í Noreg. Hetta tilfar hevur verið prentað í FF-blaðnum, og ein samandráttur var [...] sum er 62 cm. langt. Jóan Petur á Stongunum spældi, og til staðar við opningina av framsýningini var eisini ættin hjá Peter Jensen, sum var stjóri og eldsálin í mjólkaforsýningini frá byrjan av. Tað var [...] í komandi viku, tann 19. juni, fara vit at hava eina lýsing av Peter Jensen í røðini, ”Hendur ið Sleptu”. Hann og konan Wilhelmine liggja bæði grivin í gamla kirkjugarði. Her verður millum annað greitt
mest sum hvørvir og verður til spælandi skuggar í staðin, ið geva myndunum ein heilt øðrvísi dám. Heimurin steðgar upp Onkursvegna snýr list seg væl um at síggja heimin við øðrvísi eygum og fáa áskoðaran [...] myndirnar hjá Símun Poulsen og Lydiu Petersen skaraðu framúr á hesi Norðoyastevnuframsýningini. Símun Poulsen hevur eini heilt serlig evni til at fokusera á okkurt ávíst og ikki lata hvørki seg ella myndevnið [...] møguleika at hugsavna teg í frið og náðum um ein reyðan bil, ein stara ella eitt gøtuljós, ið eru málað so intenst, at restin av heiminum mest sum steðgar upp. Kom og spæl við Hóast Lydia Petersen hevur
Fleiri av leikarunum eru farnir til hendurs, og Heðin Askham, venjari hjá B36, er lopin út á vøllin í eini roynd at sissa sínar leikarar. Á vøllinum liggur Magnus Skoralíð og gremur seg, meðan fjepparafelagið [...] Hanus Thorleifsson. B36 er á odda við tveimum og hevur fullkomiliga tamarhald á tannleysu gestunum. Eftir nærdyst misti Thorleifsson høvdið eina løtu, og Magnus Skoralíð fekk sviðjan at merkja. Farvæl [...] leikbannaður í finaluni um løgmanssteypið. Potemkin Tað vóru fáar dramatiskar og áhugaverdar hendingar, tá yngra høvuðsstaðarfelagið og Víkingur hittust í Gundadali í gjár. Hæddarpunktið var, tá Thorleifsson
nú grannakommununum og Klaksvíkini, vinnulívinum og fíggingarstovnum kundu farið inn í eina felags ætlan, eins og gjørt er við Skálafjarðartunnlinum, sum hevur til endamáls at eiga og reka tunnilin við [...] farleiðina millum eystara og vestara part av oyggjunum við einum tunli frá Kambsdali og økið Millum Fjarða. Sagt varð, at hesin tunnilin fór at fáa ómetaligan týdning fyri ferðsluna til og frá økinum í nánd av [...] frá hesum varð tí mett, at við einum ávísum og sera lágum bummgjaldi – 10 kr. fyri bilar og 40 kr. fyri lastbilar hvønn vegin – kundi tunnilin verða rikin og afturgoldin innan 30 ár. - Hetta bummgjaldið
nevndi borgarstjórin í Miðvági, Jóhannes Klein at ætlanin var ikki at sita hendur í favn, og bert hyggja at, meðan virkið letur aftur og 70 fólk verða send út í arbeiðsloysi. Nú er so líkt til, at fólkið í oynni [...] oynni er hugað at gera okkurt við støðuna, tí á fundinum fara bygdaráðslimir, løgtingslimir og umboð úr arbeiðarafeløgunum í oynni at tosa saman um truplu støðuna. - Hóast eitt samdøgur er farið, síðani [...] fingu boðini, eru vit enn skelkað, sigur eitt av arbeiðsfólkunum á virkinum. Fundurin byrjar nú kl. 4 og er í kommunubygninginum í Sandavági.
skaðilig og er við til at skunda undir ruðuleika og at álitið á Føroya Reiðarafelag spakuliga verður máa burtur., Útslitið gerst ruðuleiki, sum skaðar báðar partar – also bæði fiskimenn og reiðarar og feløgini [...] verið so gagnligar fyri vinnuna, og tey fólkini, sum hava sítt livibreyð í vinnuni. Spurningurin í fiskivinnuni er álvarsamur – og vit sum feløg – also bæði manningafeløgini og reiðarafelagið skylda limum okkara [...] álvarsom – lat ongan iva vera um tað – tað er lítið til av fiski og oljuútreiðslurnar eru ovurhonds høgar. Hetta merkja limir okkara alt ov væl, og spurningur er, hvussu leingi til ber at lata standa til? M