Fredrik Joensen 90 ár

Týsdag 17. juni verður Frederik Joensen (Frederik úr Sandvík) 90 ár.

Síðan krígslok hevur Frederik verið búðsitandi suðuri í Vági. Har giftust hann við Elly Samuelsen sum verður 85 ár í august. Tey fingu 5 børn.

Stutt kan sigast um Frederik, at hann hevur verið ein av allar raskastu og fimastu monnum á sjógv so væl sum á landi.

Hann royndist sera væl sum maskinmaður, og ikki minni væl sum formaður á útrórðabátum. Hann hevur roynt bæði línubat, trolara og slupp. Altíð skilamaður og góður fiskimaður.

Tá hann ikki var burturstaddur, hevði Frederik sunnudagsskúlauppgávur í Frelsunarherinum í meira enn 47 ár. Serstaku evnini at greiða frá, gjørdi hann til ein sunnudagsskúlalærara sum nógvir vágbingar við áhuga hava lurtað eftir.

Frederik og Elly hava altíð verið fyrikomandi hjún, serstøk evnir at verða góð við yngra ættarliðið.

Nú eru næstan øll á garðinum gjøgnum mong ár farin í Harrans hendur. Vit takka tykkum fyri, at tit eru sum tit eru. Sjálvt um eygur og heilsan ikki er sum ynskiligt, vóna vit at hava tykkum millum okkum í mong ár.

Bestu heilsur og Harrans signing yvir komandi dagar.


Ein vinur.