Nú klokkan 4 byrjar ein kreppufundur í Sandavági, har støðan á Fiskavirking skal viðgerast. Hetta hendir góðar 24 tímar eftir, at øll í Vágum vórðu skelkað av boðunum um, at virkið í Miðvági skal lata aftur í næstum-
Í samrøðu við Rás 2 í gjár nevndi borgarstjórin í Miðvági, Jóhannes Klein at ætlanin var ikki at sita hendur í favn, og bert hyggja at, meðan virkið letur aftur og 70 fólk verða send út í arbeiðsloysi.
Nú er so líkt til, at fólkið í oynni er hugað at gera okkurt við støðuna, tí á fundinum fara bygdaráðslimir, løgtingslimir og umboð úr arbeiðarafeløgunum í oynni at tosa saman um truplu støðuna.
- Hóast eitt samdøgur er farið, síðani vit fingu boðini, eru vit enn skelkað, sigur eitt av arbeiðsfólkunum á virkinum.
Fundurin byrjar nú kl. 4 og er í kommunubygninginum í Sandavági.