Ruth 100 ár

Fríggjadagin á mentunar­kvøldinum varð modell av rutubátinum Ruth av­­dúkað í Smiðjuni í Lítluvík

Tann 11. juni í ár eru júst liðin 100 ár, síðani Ruth kom til landið. Hon var keypt úr Noregi, og var hon 15 bruttotons til støddar. Ruth røkti sambandið úr Havn til Skálafjørðin og Sundalagið millum 1908 og 1926.

Stigtakari til at gera modellið er Álvur Dan­ielsen í Havn. Hann hevur gjørt eitt stórt kanning­ar­arbeiði at finna fram til søguna um Ruth og Mjólka­forsýningina. Hann hevur millum annað funnið fram til tekningar av Ruth frá skipasmiðjuni í Noreg.

Hetta tilfar hevur verið prentað í FF-blaðnum, og ein samandráttur var í Miðvikuni 2. apríl, sum var dagin eftir, at Mjólka­for­sýningin byrjaði sigling við motorbátinum Dan. Í dag er hundrað ár liðin síðan Ruth legði frá landi í Noregi til Føroyar, og hongur nógv søga í hesum báti.

Við góðum stuðlum hevur eydnast Álvi at fáa gjørt hetta snotiliga modell. Poul Benadikt Petersen, vanliga nevndur Benni, hevur gjørt modellið, sum er 62 cm. langt.

Jóan Petur á Stongunum spældi, og til staðar við opningina av framsýningini var eisini ættin hjá Peter Jensen, sum var stjóri og eldsálin í mjólkafor­sýning­ini frá byrjan av. Tað var langabbasonurin Høgni Jensen, sum avdúkaði mo­­dell­ið, eftir at Álvur hevði greitt eitt sindur frá søguna um Ruth. Aftaná hevði Finnur Johansen hugleið­ingar um strandferðslu í Føroyum.

Tey, ið hava fíggjað modellið, eru Postverk Før­oya, Postfelagið sum var, Eik Banki, Mentunnar­grunnurin, Býráðið og Lions Club Eysturoy. Millum aðrar sponsorar var Bergur í Garði, táverandi stjóri á postverkinum, inni á gólvinum. Ein av gest­un­um var Edith í Jákupsstovu, ættað úr Lamba. Hon man vera ein av teimum fáu núlivandi føroyingum, sum hevur ferðast við Ruth. Tá var gingið til Søldarfjarðar, har farið varð umborð. Tá hevur tað tikið tímar at koma til Havnar.

Peter Jensen hevur verið ein framúr persónligheit. Umframt at vera eldsálin í mjólkaforsýningini var hann eisini eldsálin í okkara fráhaldsrørslu í mong ár.

Hósdagin í komandi viku, tann 19. juni, fara vit at hava eina lýsing av Peter Jensen í røðini, ”Hendur ið Sleptu”. Hann og konan Wilhelmine liggja bæði grivin í gamla kirkjugarði. Her verður millum annað greitt frá, tá ið Peter var kærdur til amtmannin, tí hann hevði noktað einum umboðsmanni fyri danska brennivínssølu at ferðast við Ruth!

Álvur greiddi frá, at hann ikki enn visti, hvar modellið skuldi standa, men tað fór so at vera á einum staði, har øll fáa møguleika at síggja tað.

Til ber at síggja fram­sýningina við modellinum og nógvum forvitnisligum myndum og tekningum til fríggjakvøldið 13. juni, kl. 17-20.