Málini telja

Gamli sannleikin um, at eingin vinnur nakað uttan eitt sindur av hepni slapp at standa sína roynd, tá EB/Streymur fekk trý stig sunnudagin, hóast teir í longum løtum vóru sera hart kroystir av HB. Men hepni kemur sjáldan av sær sjálvum

Fótbóltur

 

Tað mundi kennast sum eitt stórt paradoks í HB-leguni sunnudagin. Seinasta mánaðin hevur spælið hjá FM-biðlunum verið meira enn eitt sindur trilvand, men tann knútin tóktist sigurin á NSÍ at hava loyst.

Ístaðin spældi HB sín helst besta dyst hetta kappingarárið, tá teir vitjaðu við Margáir, men fyri fyrstu ferð í ár kom einki stig við heimaftur.

 

Steðgaðu eftir málið

Skal rætt vera rætt, so vóru heimamenninir tó ikki heilt fyri ongum. Fyrsta lítla korterið á dystinum prógvaðu teir veruliga, hví teir á stigatalvuni liggja sum reitt. Á miðvøllinum høvdu Bárður Olsen og Mikkjal Thomassen tamarhald á tí mesta, og so gekk ofta skjótt, tá bólturin varð spældur upp í borðunum.

Leiðslumálið var eisini ein sonn perla, tá HB-verjan varð tagað sundur av 2-3 skjótum sendingum, áðrenn Hans Pauli Samuelsen, sum sjálvur var miðdepil í álopinum, smekkaði flatt av brotsteigarmarkinum.

Trupulleikin í spælinum hjá EB/Streymi var kanska, at teir so tíðliga komu framum. Eftir leiðslumálið løgdu teir seg longur aftur á vøllin. Og tá hælsinan hjá Mikkjali Thomassen skjótt mátti geva upp, mistu teir eisini takið á miðvøllinum.

Og so kom HB veruliga ígongd. Fyrstu løtuna var talan tó um tannleyst trýst, har spælið í alt ov stóra mun varð trokað eftir miðásini, og har heimaverjan tí ikki hevði teir heilt stóru trupulleikarnar.

Men spakuliga komu eisini nakrir bóltar, ið vórðu spældir djúpt, og tá gjørdist tað heilt skjótt vandamikið. Serliga hevði Andrew av Fløtum sínar møguleikar, men nærri enn einum dundurskotið á stólpan kom hann tó ikki fyri steðgin.

Í hinum endanum royndi EB/Streymur at dúva upp á kontra, og løtuna undan steðginum riggaði hetta væl. Ikki minst, tá talan var um trífaldan møguleika.

 

Leikaði hart á

Og dystargongdin helt fram eftir steðgin. Kanska við undantaki av, at EBS/treymur tók seg enn longur aftur á vøllin. Men longu eftir 10 minuttum gekk galið. Jákup á Bog varð sendur avstað í vinstru, og tá hann legði út frá til Andrew, ivaðist maðurin við 10-talinum ikki, áðrenn hann smekkaði bóltin í netið.

Og HB var á ongan hátt nøgt við javnleikin. Takið og trýstið á EB/Streymi varð als ikki slept. Men hinvegin raknaði EB/Streymur eisini av álvara við. Og við kvikum spælið skaptu teir fleiri ferðir heilt álvarsligan vanda framman fyri HB-málið.

Hjá HB var tað serliga ein fragd at síggja, hvussu Christian Høgni Jacobsen fleiri ferðir skræddi djúpar foyrur í verjupartin hjá EB/Streymi, men hóast vandastøðurnar vóru nógvar, so eydnaðist ongan tíð hjá HB at fáa avgerandi fótin inn í einum dysti, har liðini vístu, hví júst tey eru tey fremstu

 

Eitt spæl um mál

Deyðbóltarnir hava verið eitt tað vandamiklasta vápnið hjá EB/Streymi í ár, og tað lá kanska í lutini, at skuldi heimaliðið vinna, so var ein slíkur neyðugur.

Tað eydnaðist eisini innskifta Hanus Eliasen at fáa nøkur fríspørk í borðinum. Kanska var tað tilvitaður partur av innskiftinum, at tað skuldi dyrgjast eftir júst hesum, og í yvirtíðini gav hetta eisini úrslit. Eftir stutt fríspark til Levi Hanssen varð bólturin lyftur inn í brotsteigin, og so prógvaði Arnbjørn Hansen, at hann hevur betri máltev enn teir flestu.

Rættvíst mundi tað ikki kennast hjá HB. Og teir høvdu alla orsøk at vera misnøgdir. Men fyrst og fremst mundu teir iðra seg um egnan vantandi effektivitet.

Tað kundi EB/Streymur hinvegin ikki gremja seg um. Men fótbóltur er nú eina ferð eitt spæl um mál. Tann, sum skjýtur tey flestu av hesum, vinnur dystin. Og so ræður um at hava hvassar menn í fremstu røð. Í so máta hevur EB/Streymur helst tann hvassasta í landinum.

Og so slepst illa undan at rósa ungu monnunum hjá oddaliðnum. Hóast ungan haldur, so teljast Bárður Olsen, Marni Djurhuus og Hans Pauli Samuelsen longu millum veteranarnar. Men líka so imponerandi er tað at síggja næsta ættarliðið av spælarum, sum veruliga hava tikið kjansin. Tá hugsað verður um, at oddaliðið stóran part av árinum hevur verið royndar og berandi kreftir fyriuttan, er oddasessurin eitt sjónligt prógv um, at grundarlagið er fyri tí heilt stóra í felagnum.