Golden Harp
Nú nøkur orð skuldu skrivast um sundalagsstevnu, sum verður um vikuskiftið, setti eg mær fyri at skriva nakrar reglur um forvitnisligu vrakrestirnar, sum tað mesta av eini øld hava ligið út fyri sandinum í Hvalvík. At vrakið er av sluppini Golden Harp, vita mong, men eftir øllum at døma finst lítið av skrivligum tilfari um sjálva hendingina, tá sluppin sleit á fjørðinum, rak á land og gjørdist vrak.
Tá í tíðini høvdu skipini lítlan motor, og tí eydnaðist tað ikki monnum at toga skipið av aftur sandoyruni í Hvalvík.
Ein teirra, sum visti nokso fitt um skipið og hendingina at siga, var Eirikur Dam, sáli, sum búði í Streymnesi. Pápin var av Norðskála, mamman úr Kvívík. Eirikur doyði av sjúku 28. august í fjør, bert 58 ára gamal. Tá serlig tiltøk ella dagar vóru, plagdi hann at halda røður og fólk, sum lýddu á, fóru altíð ríkari til hús aftur.
Í onkrari útvarpssending, sum okkum ikki hevur eydnast at fáa hendur á, hevur Eirikur fyri fáum árum síðan havt stutta frásøgn um Golden Harp, sum sambært Pól á Kletti, blaðmanni, vanliga varð rópt Golden.
Lítið er skrivað
Tey flestu, sum hava ferðast eftir landsvegnum í Hvalvík, hava varnast hetta skipsvrak, sum framvegis stingur væl upp úr sjónum á høgari fjøru. Bæði tilkomin og eldri vita at siga, at vrakið hevur ligið har alt tað, tey minnast, men tey fægstu vita nakað serligt um søguna aftanfyri skipið og skipsbrotið at siga.
Mánadagin í hesi vikuni tosaðu vit við ein 88 ára gamlan mann, sum býr í Sundalagnum, men hesin visti at kalla einki um Golden Harp. Hann mintist, at tá teir sum ungdómar settu gørn á Hvalvíkini, máttu teir ansa eftir, at teir ikki komu fastir í vrakið.
Vit hava eisini tosað við Arna Thorsteinsson, fornfrøðing og Ólav Øster, sum starvast á Føroya Fornminnasavni, men teir dugdu ikki at minnast, um nakað serligt er skrivað um skipsbrotið.
Báðir vóru teir góðir í ráðum, og Ólavur Øster var so beinasamur, at hann sama dag setti seg úti á Landsbókasavninum at leita gjøgnum Dimmalætting frá 1921, sum hann helt vera árið, tá hendingin fór fram á Hvalvíkini.
Men Ólavur fann onga søgu um Golden Harp í útgávum av Dimmalætting hetta árið.
Mest um skiparar
Í Føroya Siglingasøgu hjá Páll J. Nolsøe er Golden Harp nevnd nakrar ferðir, men hetta er mest í samband við, hvør førdi sluppina – ella var við henni – ymisku árini, meðan hon var ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum.
Til ber at fylgja søguni frá tí, at sluppin verður keypt til Føroya úr Onglandi í 1903 til ein nólsoyingur, sum eitur Jan Jacobsen, førir skipið árini 1915 og 1916.
Tá eg leitaði á Landsbókasavninum mánadagin eftir tilfari um Golden Harp, fann eg í eini handavend ikki fram til skrivaðu søguna um skipsbrotið, sum helst er hent øðrumegin 1920.
Í tíðarritinum Frøði, sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út, duttu vit á ein stuttan greinastubba um Golden Harp í útgávuni fyri apríl í 1994. Men eisini í hesi greinini stendur, at ikki hevur borið til at funnið meira tilfar um skipið – uttan tað, at sluppin lá uppankrað við streymneslandið, sleit í illveðri og rak inn á sandin í Hvalvík, har hon gjørdist vrak.
Og her hevur vrakið so ligið.
Frøði heldur, at skipsbrotið er hent onkuntíð beint fyri 1920, og tíðarritið veit eisini at siga, at ein partur av viðinum frá skipinum varð seldur á uppboði. Viðurin var sterkasta eik, og tí er ein partur av vrakinum til enn tann dag í dag. Óhugsandi er tí ikki, at onkur planki frá Golden Harp enn stendur onkustaðni í Hvalvík, heldur tíðarritið.
Keypt úr Yarmouth
Maðurin, sum 26. februar í 1903 keypti Golden Harp úr Yarmouth í Onglandi, var Niels Juel Joensen, vanliga róptur Niels av Selatrað. Hann kom á Havnina við skipinum 9. mars sama ár.
Niels Juel hevði ført sluppina Sunbeam, sum Dánjal Johan Vilhelm, keypmaður, vanliga róptur Dánjal við Misá, hevði keypt úr Yarmouth í juli í 1901.
Í 1903 og 1904 førdi Niels Juel Golden Harp, men longu hin 8. apríl í 1903 – bert stutt eftir, at hann kom til Føroya við henni – hevði Niels selt tveir triðingar av sluppini til Poul Niclasen, bókhaldara í Havn.
Hin 8. mai í 1905 seldi hann sama manni so restina av skipinum, soleiðis at Poul Niclasen nú átti alt skipið.
Niels av Selatrað hevði danska konu, og tey fluttu niður til Danmarkar at búgva. Hann helt fram at sigla og eitt árið, hann var í enskari havn, datt hann í dokkina og druknaði.
Í Føroya Siglingarsøgu síggja vit, at fyrsta skipið, sum Óla Jákup Poulsen úr Hósvík, vanliga róptur Óla Jákup í Toftum, førir, er Golden Harp. Hetta er í 1905. Óla Jákup er føddur 5. juni 1876 og doyr í mai mánaða í 1928.
Hans Jákup Joensen úr Svínáum, sum seinni búsetti seg á Borg á Argjum, førir sluppina í 1906. Vit lesa, at Hans Jákup á Borg, sum hann seinni varð róptur, sjálvur átti skipið hetta árið. Hans var føddur 2. mars í 1879 og tók sum so mangir aðrir skiparaprógv hjá Jens í Dali (1905).
Í 1909 førir Jóannes Isaksen av Viðareiði skipið. Jóannes er føddur 27. januar í 1886, og sambært siglingarsøguni flutti hann eisini niður til Danmarkar at búgva.
Árið eftir førir Jákup Joensen í Gerðum í Klaksvík Golden Harp. Hann er føddur 6. oktober í 1877.
Seinasta keldan
Hesa løtuna úti á Landsbókasavninum detta vit eisini á, at Hans Erik Olsen í Heimistovu í Klaksvík førir skipið í 1912. Hans er føddur 13. september í 1884.
Í mai mánaða árið fyri keypir hann sluppina Vigil Star frá Jens í Dali og førir hana sjálvur. Men Hans Erik er ikki leingi skipaeigari í hesum umfari, tí longu tríggjar mánaðir seinni fer Vigil Star á land í Íslandi og verður vrak.
Hans Erik keypir síðan Phebe úr Havn, sum hann hevur í fleiri ár, men førir hana ongantíð sjálvur. Phebe verður seld aftur í desember 1925.
Seinastu kelduna um Golden Harp finna vit eisini í Føroya Siglingarsøgu.
Hetta er, tá Jan Jacobsen í Nólsoy førir sluppina árini 1915 og 1916.
Jan, sum tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1904, er føddur 30. juli í 1880 og doyr 22. februar í 1944.
Á Landsbókasavninum hendan dagin funnu vit ikki fleiri keldur um Golden Harp, men um so er, at lesarar vita meira at siga um skipið og kanska serliga um hendingina við skipsbrotinum, tá sluppin slítir og rekur á land, eru fólk vælkomin at senda okkum upplýsingar.
Einki er at ivast í, at vit í leitanin ikki eru komin fram til allar teir, sum førdu Golden Harp tey árini, hon var í okkara fiskiskipaflota.
Grækarin D. Magnussen, tíðindamaður og rithøvundur, sum er uppvaksin í Hvalvík, sigur, at hann sum blaðungur minnist ommubeiggja sín, Hanna Johansen, rætta tey, sum søgdu, at Golden Harp fórst fyri 1920.
Hanni búði hjá soni sínum á Lambareiði og var nógv inni á gólvinum í barnaheiminum hjá Grækarisi í Hvalvík . Sjálvur rópti Grækaris ommubeiggja sín Hanna á Lambareiði, tí hann búði á Lambareiði tey árini, Grækaris minnist mannin.
Hanni var vælmintur.
Fórst í 1922
Grækaris D. Magnussen sigur, at Hanni avgjørdur helt uppá, at Golden Harp fórst í 1922 – og ikki í 1921 ella beint fyri 1920, sum onkrar keldur vilja vera við.
Skipið lá fyri teymi á fjørðinum, tá tað í illveðri sleit og rak á land.
Grækaris sigur, at vrakið hevur sæð tað sama út alla hansara tíð, og sum yngri plagdu teir at kava og kanna hesar forvitnisligu vrakrestir.
Hann heldur kortini ikki, at nógv var at síggja, og hann dugir ikki at minnast, at teir sóu annað enn timbrið, sum eftir er av Golden Harp.
Ein partur av vrakinum er sokkin niður í sandin, og síðan stinga endarnir av eikibondunum upp úr sjónum – og síggjast serliga væl, tá høg fjøra er á Hvalvíkini.
Nú hevur vrakið av Golden Harp so ligið út fyri oyruni í Hvalvík í sløk níti ár, og lítið man vera at ivast í, at tað verður seinur dagur, áðrenn veður og vindur hava gjørt enda á seinastu eikipettunum.
Vit valdu at skriva hesa søgu, so tey núlivandi forvitnu – og komandi ættarlið – hava høvi at vita eitt sindur um, hvaðani skipsvrakið á Hvalvíkini stavar.
Eyðsæð vantar nógv í hesi søgu, og óivað finnast fleiri keldur, men hetta er so tað, vit í eini handavend fingu burtur úr sluppini Golden Harp.