Avmarkaða talið á listaverkum tænti í allar mátar Norðoyastevnuframsýningini í ár væl. Bæði tí verkini komu betri til sín rætt enn mong undanfarin ár, og tí tú sum áskoðari fekk høvi at hugsavna teg um einstøku verkini.
Fínt handverk
Hetta merkti millum annað, at tú kanska fyri fyrstu ferð gav tær far um listafólk, sum annars ofta hava verið við á framsýningini fyrr. Ein av hesum var Anni Haraldsen og hennara áseymaðu náttúrumyndir. Um myndirnar kunnu kallast list, eru tað ivaleyst ymsar meiningar um. Men framúr gott handverk á høgum støði kunnu vit uttan at blunka kalla hesar myndirnar, har hvør evarska lítli seymur er gjørdur við bæði eini ætlan og kompositiónini annars í huga.
Standandi heilt nær at myndunum kanst tú kanska undrast yvir, hví eitt slag av tøttum neti er lagt á partar av myndini. Men so skjótt tú traðkar nøkur fet burturfrá sæst, at netið mest sum hvørvir og verður til spælandi skuggar í staðin, ið geva myndunum ein heilt øðrvísi dám.
Heimurin steðgar upp
Onkursvegna snýr list seg væl um at síggja heimin við øðrvísi eygum og fáa áskoðaran at undrast. Út frá einum slíkum mátistokki var ongin ivi um, at myndirnar hjá Símun Poulsen og Lydiu Petersen skaraðu framúr á hesi Norðoyastevnuframsýningini.
Símun Poulsen hevur eini heilt serlig evni til at fokusera á okkurt ávíst og ikki lata hvørki seg ella myndevnið órógva av nøkrum yvirhøvur. Við myndunum hjá Símun Poulsen fært tú ein sertakan møguleika at hugsavna teg í frið og náðum um ein reyðan bil, ein stara ella eitt gøtuljós, ið eru málað so intenst, at restin av heiminum mest sum steðgar upp.
Kom og spæl við
Hóast Lydia Petersen hevur verið við á hvørji einastu Norðoyaframsýning í mongu ár, megnar hon framvegis at endurnýggja seg sum fá. Hesuferð var tað serliga málningurin ”Hugflog”, ið vísir listakvinnuna, tá hon er best – nevnliga hennara evni til at hugsa tað vælkenda á ein hátt, so tað verður spildurnýtt.
Í málningnum hevur hon sett mynd á eina røð av eyðkennum við Klaksvíkini, sum eru so vanlig, at fólk í býnum neyvan geva sær far um tey longur. Men við at blanda hesi eyðkenni í ein posa, rista hann væl og stroya tey út yvir løriftið í eini herliga tilvildarligari samanseting, sært tú brádliga alt, líka frá tunnilsmunnum og bláa bussin hjá Bygdaleiðum til menninar á bonkinum í Víkunum á ein hátt, so tú hyggur einaferð afturat, nikkar og smílist. Ein deiligur málningur, sum veruliga gevur áskoðaranum hug at spæla við og koma við egnum hugskotum.
Vantar mótspæl
Norðoyastevnuframsýningin er ein ósensurerað framsýning, ið ikki gevur seg út fyri at vera annað, enn júst tað. Fyrimunurin er, at her kunnu øll vera við, og er møguleikin fyri at renna seg í nýgg, ung og gávurík listafólk tess størri. Vansin er hinvegin, at tey meir etableraðu listafólkini tykjast at halda seg burtur frá framsýningini. Úrslitið er, at verkini mangla tað mótspæl, ið kundi sett tey í eitt størri listarligt høpi og givið framsýningini eitt sindur meir dynamikk. Júst hetta kundi tú unt fleiri av listafólkunum á Norðoyastevnuframsýningini, sum týðiliga miðja nakað hægri enn bara at vera við til stuttleika.