umborð við báti, og tá tað varð siglt, varð sagt farvæl við trimum ýlum úr tokuhorninum. Byrðurin var góður, og skiparin stóð til róðurs, inntil leyst var av landi. Fólkið hevði nóg mikið at gera við at rudda [...] á dekkinum, og máttu standa við boygdum ryggi. Tað vóru tó skip, sum vóru byrjað at fáa sær flekiborð, men hetta varð roknað sum luksus, og tað vóru nógvir fiskimenn sum at byrja við ikki vildu vita av [...] henda: Morgunmatur kl. 7: Te við sukur og mjólk í. Skipskeks við margarin. Døgurði kl. 12: Mánadag, mikudag og fríggjadag fingu vit amerikanskt bisonsaltkjøt til døgurða saman við gulum ertrum, sinnop og eplum
absolutt læknafakligar fortreytir fyri at hava eitt sjúkrahús her við tí fjarstøðu, vit hava til meginøkið, sigur Ronnie Midjord og borðreiðir við enn einum argumenti: - Tú sigur, at tú ringir suður, tí tað [...] Ingolf S. Olsen Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi , hevur ilt við at skilja, at Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, tosar um, at tey hava ov mikið at gera í Havn, [...] serlæknar vit fáa. Vit kunnu sjálvi ikki henta fruktirnar av trænum, men mugu standa á vøllinum og við kurvini lofta teimum, ið detta niður. Soleiðis er tað her, men soleiðis er tað sanniliga eisini á
bretska áhoyraran. Tað, sum eisini gjørdi sítt til, at oratoriir Händels kundu taka við, har sum hansara operur máttu sleppa, var tað, at hann í sínum kirkjuligu verkum skrivaði tónleikin ikki til latínskar [...] oratoriini. Eisini her stóð vøggan á italskari grund. Oratorium var heitið á teim biðisalum (»ora« hevur við bøn at gera), har fólk komu saman til uppbyggiligar fundir í teirri katólsku mótreformatorisku tíðini [...] av tónum. Í samskifti millum kórsang, solosang og instrumentalan tónleik, sum um hetta mundið var við at loysa seg frá tí vokala, mentust nú javnbjóðis tær báðar dramatisku tónlistargreinirnar opera og
mammunum, sum tú uggaði á sjúkrahúsferð í Danmark við ófullførum børnum. Tú møtti foreldrum, sum fingu børn síni heim aftur við sær, og eisini foreldrum, sum máttu lata síni børn verða eftir í Danmark, tá tey [...] søtliga uppiborið eina hjartans tøkk frá tínum landsmonnum fyri títt stóra arbeiði ímillum tey, ið ikki við orðum eru før fyri at takka fyri hjálpina. Tá JAVNI, landsfelagið evnaveikum at bata, var stovnað í [...] festa garð nærhendis Skagen. Men hugur hansara stóð til sjógvin, og hann endaði so í Føroyum, sigldi við ymiskum skipum og var í eini 10 ár fýrbøtari umborð á »Smyrli«, haðani navnið. Tær vóru bara tvær systrar
umfarinum. Sunnudagin megnaði B36 tað, sum varð roknað við av teimum, tá B71 vitjaði í Gundadali. Fríggjadagin skal B36 til Eiðis, og tá verður eisini roknað við, at teir taka alt. Stóra avbjóðingin verður, tá [...] fulnar. Tá hugsað verður um tilgongd og frágongd hjá ymsu feløgunum, og um, hvat tað hevur verið roknað við av feløgunum, so var avrik9ið hjá VB sera gott. FS Vágar skuldi havt verið í Miðvági sunnudagin, men [...] monnum. Men í felag, ið hevur so stóra søgu sum KÍ, er tað ikki undarligt, um tað hevur rembingar við sær, at liðið eftir fleiri umfør er eiðasørt á støðutalvuni. Tá hugsað verður um manningarligu flytingarnar
Tann føroyska ullin er so góð, at vit hava óendaligar møguleikar við henni. Hetta eru slagorðini undir einum nýggjum arbeiðsplássi, sum nú er sett á stovn í Sandvík. Tað er Vónbjørt á Hólum í Sandvík, [...] um arbeiðsplássini í Sandvík nú á døgum, tí skúlalærarin í bygdini er úr Hovi, so hann telur ikki við. Allir hinir sandvíkingarnir, sum arbeiða, eru antin sjómenn, ella teir arbeiða uttanbíggja og onkur [...] fyrimunur, at hava seymistovuna nærri Ullavirkinum. Hon kannaði málið og fekk samstarvsavtalu í lag við Ullavirki um at seyma fyri tey. Tí leyp hon í tað og setti seymistovina á Stovn í leigaðum hølum í
gott til okkum at leska okkum við. Í ungdómsárum okkara, har sinnið mangan kann vera viðkvæmt, var mamma ein sera góður stuðul. Á ein stillisliga hátt hjálpti hon okkum við tí, ið vit høvdu upp á hjarta [...] pápi eru farin ígjøgnum ymiskar royndir í lívi teirra. Hans Petur og Erikka eru bæði tunghoyrd og máttu tí til Havnar í skúla, hann bert 4 ára gamal og hon bert 6 ára gomul. Fyrstu árini komu tey bert heim [...] fleiri ferðir verið í bæði USA og Svøríki og vitjað. Hon hevur fingið sær teldu, og nú samskiftir hon við børn og ommu børn í gjøgnum telduna. Ommubørnini, ið búgva her í bygdini, elska at sleppa út á Land
fyri Capetown. Tann sjúkliga hugsjónin, sum hann valdi at stríðast ímóti, - hugsjónin um, at fólk við ljósari húð eru meiri verd enn brún og svørt - var líka einføld og ræðulig ísenn. Hansara egna hugsjón [...] demokratiskum leisti. Kommunistarnir royndu at fáa Mandela í teirra part, og apartheidstýrið vildi vera við, at hann var vorðin kommunistur. Men Mandela vildi ikki tengjast afturat nakrari einstakari búskaparligari [...] tríggjar øldir høvdu hvít og svørt livað fyri seg, men seinast í 40'unum varð hesin skilnaður ásettur við lóg í einari skipan, sum í hvørjum einasta smáluti var ræðulig, umfatandi og sterk. Sannførdur kristin
skuldu vit yvirtaka hýsuna, og øll vita, at hýsa er tað ringasta, ið er at hava við at gera. ? Ikki minst rukkulívið ið varð við at flyta fisk ímillum virkið ymsastaðni í landinum. Tí tað fekst ongantíð at [...] Vit arbeiddu 120-150 fólk á virkinum, hvønn dag. Hetta vóru fólk úr øllum bygdum í Vágum. Og mangan máttu vit hava tey stór skúlabørnini at hjálpa okkum eisini. ? Eg var ofta í skúlanum at biðja børnini til [...] ljóðaði so óført. ? Jú, 12.000 tons skuldi arbeiða á flakavirkinum í Miðvági um árið. Fingu fisk við rutuni Men Hanna Hansen sigur, at beinanvegin, tey vóru komin uppí, byrjaði herferðin ímóti teimum
grannarnir úr Norður Írlandi, sum tóku sær av altjóða fótbóltsyvirskriftunum. Fleiri ferðir vóru írar nær við, men teimum restaði altíð seinasta pettið, og tað var ikki fyrr enn til HM-kappingina í Italia í 1990 [...] Ongland taldist millum mótstøðuliðini, eydnaðist írum at koma víðari, og tó at teir í 1/4 finalunum máttu lúta fyri Italia og Salvatore Schilachi, so hevði landið nú fingið sítt gjøgnumbrot á altjóða pallinum [...] 1992, har tað bara var eitt hollendskt yvirtíðarmál, sum forðaði fyri víðari luttøku, og í kapping við danir eydnaðist eisini at vissa sær pláss til HM-endaspælið í USA í 1994. Her fingu teir enntá hevnt