Írarnir mugu roknast millum tey stóru

Eftir at teir í áratíggju vórðu roknaðir millum smáu fótbóltstjóðirnar, hevur írska fótbóltslandsliðið seinastu 15 árini vunnið sær status sum eitt av teimum, sum altíð skal rokanst við

Írland

Hóast teir gjøgnum tíðirnar hava átt profilar sum Liam Brady, Pat Bonner, John Aldrigde, Mark Lawrenson, Johnny Giles, Frank Stapleton og nógvar aðrar, so tók tað sína tíð, áðrenn Írland veruliga trein inn á fótbóltspallin.
Fram til 1990 vóru tað soleiðis grannarnir úr Norður Írlandi, sum tóku sær av altjóða fótbóltsyvirskriftunum. Fleiri ferðir vóru írar nær við, men teimum restaði altíð seinasta pettið, og tað var ikki fyrr enn til HM-kappingina í Italia í 1990, at tað eydnaðist at spæla seg fram til endaspælið.

Koma altíð víðari
Og í endaspælinum prógvaðu írar, at teir ikki soleiðis uttan víðari skuldu roknast sum nakar walk-over. Í einum truplum bólki, har Ongland taldist millum mótstøðuliðini, eydnaðist írum at koma víðari, og tó at teir í 1/4 finalunum máttu lúta fyri Italia og Salvatore Schilachi, so hevði landið nú fingið sítt gjøgnumbrot á altjóða pallinum.
Teir tóku somuleiðis lut í EM-endaspælinum í Svøríki í 1992, har tað bara var eitt hollendskt yvirtíðarmál, sum forðaði fyri víðari luttøku, og í kapping við danir eydnaðist eisini at vissa sær pláss til HM-endaspælið í USA í 1994.
Her fingu teir enntá hevnt seg móti Italia, sum teir nú bastu 1-0, og teimum eydnaðist eisini at koma víðari úr bólkaspælinum.
Jackie Charlton fekk nærum hetjustatus í Írlandi eftir framúr góðu úrslitini, og tó at mong hildu fast um, at hann var betri ættargranskari enn venjari, so fekk hann blandaða flokkin av spælarum við írskum ílegum at førka seg úr europeiskum miðalflokki fram móti elitu-støðinum.
1998 vóru teir ikki partur av endaspælinum, men hetta er so einasta ferðina hesi árini, at tað ikki hevur hepnast. Tí í 2002 vóru teir aftur við. Og tað fekk allur heimurin sum so at hoyra.
Ikki minst vakti tað ans, tá liðskiparin og stóra stjørnan á liðnum, Roy Keane, segði sína hugsan um fyrireikingarnar hjá liðnum og um venjarin, Mick McCarthy. Endin varð, at Keane setti seg umborð á eitt flogar, sum umvegis Hong-Kong sendi hann heim til bretsku oyggjarnar, men hóast missin av liðskiparanum, innpískaranum og stjørnuni, so treiskaðust eftirverandi spælararnir.
Og enn einaferð bardu teir seg víðari úr bólkaspælinum, soleiðis sum teir hvørja ferð hava gjørt higartil - tá tað altso hevur eydnast teimum at koma til endaspælið.

Nýggjar stjørnur
Í dag er Roy Keane aftur partur av írska landsliðnum, og hóast hann í summar verður 34 ár, so er fáur, sum ivast í týdninginum, sum hann hevur fyri bæði Manchester United og Írland. Tað sær kanska ikki altíð út av so nógvum, men á Landsdowne Road í fjør fingu føroysku áskoðararnir sjón fyri søgn í kynstrinum at stýra einum fótbóltsdysti.
Og afturat sær hevur Roy Keane eitt nýtt ættarlið av írskum stjørnum. Robbie Keane úr Tottenham, sum vit føroyingar tíverri (ella tíbetur) ikki sleppa at uppliva hesaferð. Damien Duff úr Chelsea, sum í ár veruliga hevur sýnt, at hann hoyrir heima millum heimsins bestu vongspælarar. Stinna Newcastle málverjan, Shay Given, sum seinnu árini hevur ment seg til ein av teimum avgjørt bestu í Premier League, og John O?Shea, sum í fjør fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í Manchester United, har hann tó ikki hevur sýnt heilt so gott spæl hetta kappingarárið.

Vantandi fíggjarlig styrki
Størsti trupulleikin hjá írum í so máta er helst, at fótbólurin framvegis ikki hevur nakra serstøðu í Írlandi, soleiðis sum talan er um í eitt nú Onglandi. Og fyri tað eisini í Føroyum. Til ber at skeita eftir eitt nú vallarumstøðunum, sum fótbólturin í Írlandi hevur. Her spælir landsliðið framvegis á niðurslitna Landsdowne Road, sum hóast síni 30.000 sitipláss mest av øllum minnir um eina forna leivd frá tíðini, tá fótbóltsdystir vóru nakað, sum mannfólk hugdu eftir, og har øl í longum streymum, alskyns eiðir og - viðhvørt eisini - bardagi á áskoðaraplássunum bara var partur av spælinum.
Skamt frá hesum er snotuligur nýggjur leikvøllur bygdur, men har sleppa vanligir fótbóltsspælarar ikki. Nýggi leikvøllurin er hinvegin ætlaður til Geliskan fótbólt, sum er eitt serligt slag av Rugby, sum verður spælt har um leiðir.
Hóast fótbólturin spakuliga vunnið hevd í írsku fólkasálini, og hóast eyðkendu áskoðararnir altíð ferðast í hópatali til útidystir landsins, so eru tó enn eingi tekin um, at landsliðið fer at fáa betri umstøður í bræði. Í øllum førum verður tað neyvan til føtur undir egið borð, tí írska Fótbóltssambandið hevur at kalla ongan pening at arbeiða við. Ikki minst tó fótbóltsáhugin enn er nakað, sum einamest verður praktiserað á landsliðsstøði og hjá útisetum, meðan lokalu írsku deildirnar framvegis nerta europeiska botnstøði.
Hinvegin verður helst neyðugt longu til komandi undankapping at leiga seg inn aðrastaðni enn á Landsdowne Road, har tey annars spæla Rugby í gerandisdegnum. FIFA var undan inniverandi undankapping í iva um, hvørt vøllurin yvir høvur kundi fáa góðkenning, men eftir tingingar aftur og fram varð loyvið tó givið. Hetta gongur tó neyvan fleiri ferðir á rað, og so er spurningurin, hvørt leiguavtala verður gjørd um annan leikvøll. Ella um fótbóltssambandið fær fígging til ein leikvøll. Ein leikvøll, sum helst bert skal nýtast nakrar fáar ferðir um árið, um hesin bert verður ætlaður teimum stóru dystunum, har tíggjutúsundtals áskoðarar koma at hyggja.