Friðgerð Hansen 70 ár

Tann 2. aug. verður mamma okkara, Friðgerð Hansen, 70 ár. Mamma varð borin í heim í Syðrugøtu sum nr. 5 av 10 systkum. Foreldur hennara vóru Erika og Høgni Lómstein.

Í hesum stóra systkinaflokki vaks mamma upp. Hóast nógv arbeiði var at gera bæði úti og inni, varð eisini tíð til leik og spæl. Mamma og systkin hennara hava mangan havt á munni tann kærleika og umsorgan, tey kendu í barnaheimi teirra.

Sum ung genta fór mamma til Havnar at arbeiða. Fyrst í húsplássi og síðan sum gongsgenta á sjúkrahúsinum. Seinni fór hon til Fuglafjarðar at arbeiða hjá kommunulæknanum. Fyrst hjá Jacob Højgaard og seinni hjá Emmu.

Tað var um hetta mundið, í seinnu helvt av 50-unum, at mamma og pápi funnu saman. Pápi okkara, Kristian Hansen, var fuglfirðingur, sonur Petru og Hans Petur Hansen.

Tey giftust 29. novembur í 1958 og settu búgv úti á Land í Fuglafirði. Vit systkini blivu 7 í tali. Hans Petur f. 1959, búsitandi í Svøríki, Páll f. 1960, búsitandi í USA, Høgni f. 1962, búsitandi í Fuglafirði, Erikka f. 1963, búsitandi í Fuglafirði, Anna f.1965-1968, Randi f. 1967, búsitandi í Havn og lítli beiggi f. 1968 og sum bert bleiv 6 dagar gamal.

Pápi var til skips øll tey fyrstu árini, so tað var mamma, sum tók sær av heimi og børnum. Í 1970 fekk pápi sær bát og fór at rógva út. Hetta starvið dámdi honum sera væl, og hóast heilsuveikur tey seinastu árini, so ernaðist hann upp, tá ið hann slapp á flot. Seinasti túrur hansara í bátinum, var bert fáar dagar áðrenn hann andaðist, tann 25. mai í 2001, 74 ára gamal.

Mamma og pápi eru farin ígjøgnum ymiskar royndir í lívi teirra. Hans Petur og Erikka eru bæði tunghoyrd og máttu tí til Havnar í skúla, hann bert 4 ára gamal og hon bert 6 ára gomul. Fyrstu árini komu tey bert heim í feriunum, og tí var gott at vita sær, at tey vóru í góðum hondum hjá Edith og Óla Hendrik av Fløtum og seinni hjá Ninnu og Arna Vatnhamar. Tá ið ferðasambandið betraðist, komu tey heim hvørt vikuskifti.

Anna, sum var fjølbrekað, mátti sum ½ árs gomul sendast til Danmarkar á stovn. Í hesi sera truplu støðu, vóru Helen og Hilmer Hansen, sum búðu niðri, til ómetaliga hjálp. Tey vitjaðu hana regluliga og vóru sum faðir og móðir fyri hana, til hon andaðist gott 3 ára gomul í sept. í 1968. Hetta var ein hørð tíð, tí í juni sama ár høvdu vit mist lítla beiggja, sum bert bleiv 6 dagar gamal. Hetta vóru svárar royndir, men mamma og pápi løgdu alt í Guds hond og megnaðu at liva lívið víðari.

Vit børnini minnast aftur á ein sera eydnuríkan barndóm. Tey fyrru árini, tá ið pápi var til skips, vóru vit sera nógv í Syðrugøtu hjá abba, sum var blivin einsamallur. Hetta vóru góðir dagar, har fjøra, sandur, áin, ja alt bygdarlagið var okkara spælipláss.

Vit minnast á nógvar góðar dagar í haganum. Á sumri varð ofta farið í hagan tíðliga sunnumorgnar. Vit høvdu breyð til seyðin og okkurt gott til okkum at leska okkum við.

Í ungdómsárum okkara, har sinnið mangan kann vera viðkvæmt, var mamma ein sera góður stuðul. Á ein stillisliga hátt hjálpti hon okkum við tí, ið vit høvdu upp á hjarta. Mamma og pápi gleddust, tá ið heimið var fult av ungfólki, og mong eru tey, ið seinni hava sagt, at tey kendu seg so vælkomnan í heim okkara.

 

Mamma kom til trúgv á Jesus sum smágenta, og á vári í 1973 kom pápi til trúgv. Tey hava bæði havt sína dagligu gongd í samkomuni í Siloa, og hóast einsamøll nú, kemur hon trúfast til møtini. Arbeiðið á Zarepta hevur altíð staðið hennara hjartað nær. Nærum á hvørjum sumri hevur hon verið og hjálpt til, tey fyrru árini sum leiðari og seinni í køkinum.

Mamma eigur 14 ommubørn, 8 í USA, 2 í Svøríki, 4 í Føroyum og 1 langommubarn í USA. Hon hevur fleiri ferðir verið í bæði USA og Svøríki og vitjað. Hon hevur fingið sær teldu, og nú samskiftir hon við børn og ommu børn í gjøgnum telduna. Ommubørnini, ið búgva her í bygdini, elska at sleppa út á Land til ommu. Tey kenna à sær, hvussu glað hon er fyri hesar vitjanir. Tá ið børnini eru sjúk, ella brúk er fyri barnagentu, er mamma altíð klár at rætta eina hjálpandi hond.

Góða mamma. Tað er við stórum takksemi til tín og pápa, at vit systkini kunnu líta aftur á farnar dagar. Takk fyri tað góða og trygga heim okkum untist at vaksa upp í. Takk fyri allan kærleika og umsorgan, sum tú framvegis hevur fyri okkum øllum.

Til seinast fara vit at ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi og Harrans signing í tíðini, ið kemur.

 

Heilsan børnini