Serlig støða í Suðuroy

Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri á Tvøroyri, heldur ikki, at Suðuroyggin hevði klárað seg uttan egið sjúkrahús, tí fjarstøðan til meginøkið er ov stór til at kunna dúva upp á Landssjúkrahúsið. Suðuroyar Sjúkrahús hevur í fleiri ár bjóðað seg fram at gera skrálagdar skurðviðgerðir fyri Landssjúkrahúsið, men haðani hoyrist onki, sigur sjúkrahússtjórin.

Ingolf S. Olsen
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi , hevur ilt við at skilja, at Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, tosar um, at tey hava ov mikið at gera í Havn, meðan væl útbúnir serlæknar hava lítið at gera í Suðuroy.
- Vit hava bjóða okkum fram í fleiri ár at gera planlagda kirurgi, at taka tær smærru skurðviðgerðirnar fyri at minka um tær ræðuliga longu bíðitíðirnar, men vit hoyra ikki eitt orð aftur. Men hetta er bert eitt tekin um, at tann skipanin, sum vit hava, ikki verður rætt útnyttað, sigur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Lívsneyðugt sjúkrahús
Hann vil ikki hoyra taling um at leggja sjúkrahúsini saman.
- Vit hava ein stjóra fyri øll sjúkrahúsini, nevniliga aðalstjóran í Heilsumálaráðnum, og tað riggar fínt. Og tað samstarvið, sum vit skulu hava sambært sjúkrahúslógini, riggar eisini fínt. So eg síggi onga orsøk at broyta tað stóra upp á leiðslubygnaðin, sigur Ronnie Midjord.
Í hansara eygum er tað ikki bert nærleikareglan, ynskið um at tað skal vera stutt millum sjúkling og sjúkrahús, ið rættvísger eitt tilbúgvið sjúkrahús á Tvøroyri.
- Eg dugi ikki at síggja, hvussu man skuldi klára seg her suðuri uttan eitt sjúkrahús. Vit liggja ov langt frá Havnini til at Landssjúkrahúsið kann taka sær av bráðtørvandi viðgerð her. Jú, eg veit, at vit hava eina tyrlutilbúgving, men nær hevur tyrlan seinast gjørt eitt fólk frískt? Tað er ikki altíð, at hon kann flúgva, serliga ikki um veturin. Vit hava tríggjar-fýra akuttar innleggingar um dagin, so ímynda tær, um tyrlan skuldi flogið hvørja ferð í staðin. Nei, tað eru absolutt læknafakligar fortreytir fyri at hava eitt sjúkrahús her við tí fjarstøðu, vit hava til meginøkið, sigur Ronnie Midjord og borðreiðir við enn einum argumenti:
- Tú sigur, at tú ringir suður, tí tað er ov langt at koma higar sjálvur. Soleiðis er tað í øllum lutum, men fjarstøðan er galdandi báðar vegir. Tað er ikki bara sum at siga tað at senda fólk um Suðuroyarfjørð og tann langa teinin til Havnar, tá okkurt feilar teimum.
- Sjóvegis sambandið er eisini sera svikaligt. Nú í vetur avlýsa teir í heilum, og um siglingin annars er normal, so mugu fólk taka heilar arbeiðsdagar burtur úr, um tey skulu eitt ørindi norðanfjørðs, sigur hann.
Eisini tilvild í Havn
Atfinningarnar um tilvildarligar sergreinar á teimum smáu sjúkrahúsunum varpar hann eisini norður aftur um Suðuroyarfjørð.
- Vit kunnu ikki velja sjálvi, hvørjar serlæknar vit fáa. Vit kunnu sjálvi ikki henta fruktirnar av trænum, men mugu standa á vøllinum og við kurvini lofta teimum, ið detta niður. Soleiðis er tað her, men soleiðis er tað sanniliga eisini á Landssjúkrahúsinum. Sergreinarnar har eru eisini tilvildarligar. Tí tað er líka mikið, um vit tosa um Tvøroyri, Klaksvík ella Havnina, øll sjúkrahúsini eru smá og mangla læknar, og vit mugu taka tað, sum vit fáa, sigur Ronnie Midjord.
Hann verjir avgerðina hjá landsstýrismanninum í heilsumálum um ikki at fylgja tilmælinum hjá landslæknanum um at strika føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí sjúkrahúsið ikki ræður yvir neyðugu førleikunum og útgerðini at taka sær av vandastøðum í sambandi við barnsburð.
- Vit eru sera tilvitað um støðuna og okkara avmarkingar. Tí verður eisini umleið helmingurin av teimum í meðal 60 barnakvinnunum, vit hava her suðuri um árið, sendar til Havnar at eiga. Um vit hyggja fimm ár aftur, so máttu vit í 2009 senda eina barnakonu til Havnar, sum vit annars ætlaðu skuldi eiga her suðuri, og aftur eina í 2012. Tað haldi eg ber boð um, at okkara læknar duga væl at meta um støðuna hjá barnakonunum og visitera til Havnar, tá tað er neyðugt, sigur Ronnie Midjord.
Nøkur vilja búgva her
Eisini hann tekur undir við, at fólkagrundarlagið í Føroyum er ov lítið til einsamalt at halda uppi neyðugu royndirnar og dygdina á sergreinaøkjunum.
- Tá krevst eitt fólkagrundarlag á eini 200.000. Tí fara okkara serlæknar eisini javnan av landinum at arbeiða, og eg haldi, at tað átti at verið eitt krav, at allir okkara serlæknar javnt og samt syrgdu fyri at fáa sær neyðugu royndirnar uttanlands, so sjúklingatrygdin her heima kann vera so góð sum gjørligt.
- Men tá tað er sagt, so mugu vit heldur ikki gloyma, at hóast fortreytirnar eru, sum tær eru, og at tað í ávísum førum ikki er gjørligt at veita somu trygd og tænastur sum í stórum londum, so eru tað altso nøkur fólk sum hava gjørt av, at tey vilja búgva her á landi, sigur Ronnie Midjord.
(Fakta)
Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjarpláss og sergreinar í urologi, kardiologi og ortopedi. Netto-rakstrarjáttanin í ár er 52,1 millión krónur.

(mynd)
- Nær hevur Tyrlan seinast gjørt eitt fólk frískt, spyr Ronni Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Stóra fjarstøðan til meginøkið ger, at tað absolutt eru læknafakligar grundgevingar fyri at hava eitt tilbúgvið sjúkrahús í oynni, heldur hann.