liggja nakað meira og djúpari enn at æra faðir og móðir eina. I hesum man eisini liggja, at vit skulu æra ta rót, sum vit eru sprottin av, tí at lagt verður afturat: »Fyri at tær má gangast væl, og tú mást [...] okkum at liva í nútíðini og við treysti at líta móti framtíðini. Kærleikans bond Fyri at skilja nútíðina, mugu vit kenna søguna, verður stundum sagt, og rætt er tað. Men tað eru eisini menniskju at finna [...] Men vit eru eisini komin saman við tí fyri eyga, at læra ætt og skyldfólk betur at kenna, ið runnu av somu rót og eru spjadd kring oyggjarnar, vitandi um »at urtin hon følnar og verður ikki drúgv, er rótleysur
ov ofta vera forsømd. Eigur tú at brúka brillur ella linsur, lat so vera við at koyra við ongum. Síggj til at ljósperurnar lýsa (skift báðumegin, hóast bara onnur er brostin). Síggj til at lyktagløs [...] hettar, tá ið vit eru til gongu, at vit verða blindaði av bili, ið kemur ímóti okkum. Frá hesum, at ljósini gera okkum fortreð, er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at bilførarin hevur sæð okkum. Men tað [...] veðrinum og glámlýsi, so kann vera heilt galið ... Um so er, at bilførarin kortini fær eyga á teg í góðari tíð, so eru tað onnur viðurskifti, ið kunnu vera avgerandi: At bakgrundin av tilvild er hvít ella
- Men tað undraði hana, at nógvir av norðmonnunum ynsktu at sita aftarlaga í flogfarinum, og at hon royndi at fáa teir at spjaða seg út yvir setrini, soleiðis sum vanligt er at gera, tá fá ferðafólk eru [...] á Maibritt í gjárkvøldið, at hon var síðst úr flogfarinum, og at hon hevði fingið nógvar mans út. Eisini hoyrdu vit, at hon gjørdi alt sum hon kundi, men at har var einki at gera har frammi í flogfarinum [...] hinum í flogfarinum, men vit royna at sannføra hana um, at hon kundi ikki gera meira, tí flogfarið var farið í helvt. Tí noyðast vit eisini at royna at gleðast um, at hon um ikki annað kom frá vanlukkuni
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum fortelur í hesum døgum, at hann er í ferð við at broyta føroyska samfelagið soleiðis, at tað verður tað góða samfelagið. Øll, ja, øll kunnu koma til hansara [...] staðfesta tó, at nógv vóru tey, sum undraðust sáran, at løgmaður ikki loysti landsstýrismannin úr starvi sínum eftir tað syndarligu handfaring. Men var løgmaður sjálvur kanska so nógv innblandaður, at hann reyk [...] Hann pástóð, at ein arbeiðsbólkur hevði arbeitt leingi við málinum. Sannleikin var, at sokallaða álitið varð skrivað í skundi í einum døgurðatíma av onkrum embætisfólki. Alt endaði so við, at hann fekk sínar
tó vera heima, og millum postboð man vera tiltikið, at fólk vilja sýna blíðskap og bjóða teimum ein heitan og góðan drekkamunn. Onkur heldur kanska, at móttøkan var ikki eins góð, tá fólk vistu at onkur [...] tá eru so nógvar reklamur. - Eg haldi at fólki dámar væl at fáa slíkar reklamur. So skjótt tey hava fingið reklarmurnar skunda tey sær oman á ferjuleguna, fyri at fáa pláss við Teistanum, tí nú skulu tey [...] sjálvandi vera droyir dagar. Eg haldi, at tað hevur regnað serliga illa í seinastuni. - Eitt tað ringasta sum kann vera er tá tað er stormur við vátakava. Tá má ein ansa serliga væl eftir, soleiðis at posturin
sær eisini til at koyra bilin oman aftur í Vestmanna, men hetta vildi eg sjálvur gera. Tey eru mong, sum ikki tora at koyra bil eftir at hava verið fyri einum óhappi, men eg vil ikki vera ein av teimum [...] bara prísa meg lukkuligan fyri at onki meiri hendi og eg eri vísur í, at her hevur onkur hildið hondina yvir mær, sigur Kári Brattaberg. Hetta er tó ikki fyrsta ferðin, at grót dettur niður á hesum strekkinum [...] sigur Kári Brattaberg. Spurdur um, hvussu tað síðani hevur verið at koyrt framvið, har óhappið hendi, er Kári skjótur at svara. Eg havi hug at taka ein hjálm við hvørja ferð, sigur hann skemtandi, men verður
partur. Her varð m.a. víst á, at ein fer at halda fast við verandi skúlaøki, og tí er líkt til at ætlanin um ein skúla Undir Fossum er dottið niðurfyri. - Um vit ynskja at býta býin upp í slík øki ella [...] var at tryggja eina semju og samsvar millum býarætlanina og ta ætlanina sum er løgd, fyri at fáa ferðsluna at ganga sum best í og úr býnum og ikki minst inni í sjálvum býnum. Mett varð eisini, at stór [...] tey ikki sjálvi vilja hava eitt orð at siga um, á hvørjum staði tey ynskja at seta búgv. Onkur vil kanska búgva inni í sjálvum býnum, meðan onkrum øðrum dámar betri at búgva uttanfyri býin. Í ætlanini fyri
Føroyum, búði hon í Vági, og eg hoyri alt fyri eitt, at Suðuroyggin veruliga hevur sett sín dám á hennara málsliga framburð. Frances tykist at vera glað um at hava hitt onkran úr Føroyum. Hon er ikki smæðin [...] ofta meg sjálva: Er tað veruliga vert at ofra so nógv fyri at røkka dreyminum? Men í dag eri eg vís í, at eg havi valt rætt, sigur Frances. Hon leggur afturat, at uttan mammu sína hevði hon ikki megnað [...] tíð noyddist hon at gevast: - Skúlin var góður, men har slapp eg ikki at gera film, og pengarnir vóru næstan uppi, so eg fór heldur á ein annan skúla. Har lærdi eg at dansa hipp hopp og at gera film, sigur
undir at dylja sannleikan um Irak fyri amerikanska fólkinum. Oman á hetta koma so teldubrøvini hjá Mark Foley og tað, at Dennis Hastert visti um tey uttan at rætta hond frá síðu. Eygleiðarar siga, at tann [...] Hastert, hevur viðgingið, at hann visti um tey ótespiligu teldubrøvini hjá floksfelaganum fyri fleiri mánaðum síðani, og at hann einki gjørdi við málið. Nú krevja demokratarnir, at hann skal leggja frá sær [...] Newt Gingrich, sigur, at Foley-gølan kann lættliga tryggja demokratunum sigurin tann 7. november. FBI kannar málið Samveldisløgreglan FBI kunngjørdi í gjár, at hon er farin undir at kanna málið um teldubrøvini
uppi móti bygdini tykist eisini vera friður. Einasti tekin um at tað kortini ikki er so, eru teir mongu stamparnir sum standa uttanfyri tveir av skúrunum. Her man onkur vera at hitta til eitt prát. Jú, mín [...] gjáramorgunin var kortini ikki neyðugt at tosa um nakran streym. Aftrat hesum vóru veðurlíkindini so avbera góð, og tí var ikki at halda seg aftur hjá bátunum í Skopun at leggja frá landi og fara til útróðrar [...] útvarpið ein fastur partur av útgerðini her. Hurðin stendur opin. Í dag er eingin orsøk at hava hana aftur, tí sólin skínur oman og niðan og himinin heiður. Júst hetta lata menninir í skúrinum seg ikki ávirka