Í síðstu viku viðgekk republikanski politikarin Mark Foley, at hann hevði sent ørindadreingjunum í Kongressini teldubrøv við seksuellum innihaldi. Samstundis boðaði hann frá, at hann tók seg úr umboðsmannatinginum.
Men tann demokratiska andstøðan luktar blóð, tí í næsta mánað verður val, og sexgølan kann lættliga hava við sær, at republikanararnir missa meirilutan bæði í Umboðsmannatinginum og Senatinum.
Tað hevur ikki bøtt um støðuna hjá republikanarunum, at formaður teirra í Umboðsmannatinginum, Dennis Hastert, hevur viðgingið, at hann visti um tey ótespiligu teldubrøvini hjá floksfelaganum fyri fleiri mánaðum síðani, og at hann einki gjørdi við málið. Nú krevja demokratarnir, at hann skal leggja frá sær, men Dennis Hastert hevur valt at seta hart ímóti hørðum.
-Eg fari ongan veg, segði hann í gjár.
Harður ágangur
Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at republikanski flokkurin kann lættliga tapa valið tann 7. november. Flokkurin hevur verið fyri hørðum ágangi í seinastuni. Fyrst kunngjørdu fregnartænasturnar, at tað gongur als ikki so væl í Irak, sum stjórnin vil vera við, og í vikuni kom tann kendi rithøvundurin Bob Woodwaad við enn einar av sínum avdúkandi bókum. Hesaferð loeggur hann George W. Bush, forseta og stjórnina undir at dylja sannleikan um Irak fyri amerikanska fólkinum. Oman á hetta koma so teldubrøvini hjá Mark Foley og tað, at Dennis Hastert visti um tey uttan at rætta hond frá síðu.
Eygleiðarar siga, at tann stóri spurningurin er, hvat teir evangeliskt kristnu kjarnuveljararnir hjá republikanarunum siga um avdúkingarnar. Velja fleiri teirra at sita við hús valdagin fyri at vísa sína misnøgd, kann tað kosta republikanarunum dýrt.
-Hetta hjálpir ikki einum flokki, sum sigur seg verja tey kristnu virðini, sigur formaðurin í konservativa felagsskapinum Family Research Council við The Washington Post.
Joy Gaylord, sum var ráðgevi hjá fyrrverandi republikanska leiðaranum Newt Gingrich, sigur, at Foley-gølan kann lættliga tryggja demokratunum sigurin tann 7. november.
FBI kannar málið
Samveldisløgreglan FBI kunngjørdi í gjár, at hon er farin undir at kanna málið um teldubrøvini hjá Mark Foley. Í fyrsta lagi skulu løgreglumenninir lesa teldubrøvini, og síðani fara teir at avhoyra dreingirnar, sum fingu tey. Tann yngsti er 16 ára gamal. Mark Foley verður væntandi eisini avhoyrdur.
Sjónvarpið ABC hevur longu almannakunngjørt innihaldið í nøkrum av teldubrøvunum hjá Foley. Í einum teirra spyr Foley ein av teimum ungu dreingjunum, um teir báðir ikki skulu hittast aftan á arbeiðstíð.
Sakførarin hjá Mark Foley segði í gjár, at politikarin hevði havt trupulleikar við rúsdrekka, og at hann hevði verið ávirkaður, tá hann skrivaði teldubrøvini. Men fólk, sum hava arbeitt saman við Mark Foley, siga við amerikonsku bløðini, at tey hava ongantíð havt varhugan av, at hann drakk.