21 ára gamla flogternan Maibritt Magnussen úr Oyndarfirði, slapp livandi undan flogvanlukkuni í Stord. Hon hevur fingið brunasár á rygginum og nakað av hárinum er sviðið av. Men hon hevur tað eftir umstøðunum gott, og liggur nú á sjúkrahúsi í Bergen, har mamman, Greta Magnussen, og systkinabarnið Ólavur Olsen, sita hjá henni.
Ólavur Olsen er 29 ár og býr í Århus, har hann lesur til verkfrøðing. Hann og Maibritt eru uppvoksin saman í Oyndarfirði og hann sigur sjálvur, at tey eru sum systkin.
- Maibritt búði hjá okkum í Århus fleiri mánaðir í fjør, og hon var eisini nógv hjá okkum, tá hon var á trygdarskeiði í Esbjerg í apríl í ár, í sambandi við, at hon skuldi byrja hjá Atlantic 1. mai.
- Tá undraði tað meg, at hon gekk so serliga nógv uppí, at læra seg allar trygdarreglurnar uttanat, og kanska er tað júst tí, at hon var so mikið væl fyri at yvirhalda øllum reglum, tá hon stóð í støðuni í gjár, sigur Ólavur Olsen.
Síðst úr flogfarinum
- Hon var ein sonn hetja, ongin ivi um tað, sigur Greta Magnussen, sum júst er komin inn á stovuna hjá dóttrini á sjúkrahúsinum í Bergen. Pápi Maibritt, Magnus, er til skips, og fær tíverri ikki verið saman við familjuni í hesi sváru tíð.
- Vit skiltu á Maibritt í gjárkvøldið, at hon var síðst úr flogfarinum, og at hon hevði fingið nógvar mans út. Eisini hoyrdu vit, at hon gjørdi alt sum hon kundi, men at har var einki at gera har frammi í flogfarinum, sigur ein lætta og rólig, men kortini sorgarbundin Greta. Tí, sum hon tekur til, so eru kenslurnar sjálvsagt blandaðar í dag, nú starvsfelagi Maibritt tíverri lat lív í vanlukkuni.
- Maibritt hevur tað eftir umstøðunum gott. Men hon hugsar nógv um starvsfelagan Gudruna, og tey, ið eftir henni sita, sigur Greta.
Í evstu løtu
Ólavur Olsen prátaði leingi við Maibritt í gjárkvøldið, tá tey komu á sjúkrahúsið til hennara um ellivutíðina. Hann sigur, at Maibritt er ein óvanliga sterk genta, og at hon er rólig og als ikki vísir tekin um at skelk.
Hann greiðir frá, at sambært Maibritt fór alt fram sum vanligt á túrinum til Stord.
- Men tað undraði hana, at nógvir av norðmonnunum ynsktu at sita aftarlaga í flogfarinum, og at hon royndi at fáa teir at spjaða seg út yvir setrini, soleiðis sum vanligt er at gera, tá fá ferðafólk eru við. Men tað vildu teir treyðugt, og so gav eg meg til endans, segði hon. Og fleiri av ferðafólkunum sluppu sostatt tíbetur at sita saman í aftara parti av flogfarinum, har til bar at sleppa út, tá flogfarið steðgaði niðri í skóginum.
Og Ólavur sigur víðari, at tá flogfarið skuldi lenda, hoyrdi Maibritt eitt ljóð, men at hon helt tað vera flapsarnar, sum fóru niður.
- Síðani setti flogfarið seg harðliga. Fyrst skalv tað og síðani skreiddi tað eftir vøllinum, og tá visti Maibritt, at galið var. Tað næsta, sum hon minnist er, at flogfarið steðgar niðri á bakkanum, og alt er ein stórur hurlivasi. Tað er bølamyrkt, nógvur larmur og roykur. Men hon er óskadd og fer yvir móti hurðini og fær hana upp. Roynir at fáa sliskuna niður, men hon riggar ikki. Síðani rópar hon á menninir um at koma út, men teir eru trekir at lurta. Og hon heldur, at teir kanska skilja hana ikki, hóast hon rópar á enskum og donskum. Tá ein løta er farin, og hon stendur og heldur hurðini, sær hon at eldur er í, og hon rópar avgjørd eina seinastu ferð, at teir skulu koma út, tí nú fer hon í øllum førum. Tá reagera teir og Maibritt, sum stendur og heldur hurðini, telur teir, meðan teir leypa út í brennandi skógin, sum er beint uttan fyri hurðina. Til endans er tað bara hon og ein annar eftir, og tá kennir hon á sær, at beini situr fast í onkrum. Hon rykkir til, men sleppur ikki leys. Men tíbetur eydnast tað henni og norðmanninum at koma bóltandi út í evstu løtu.
Ringdi heim
Útkomin gongur tað upp fyri Maibritt, at øll ikki eru komin út enn og hon ætlar sær at venda inn aftur eftir restini. Men her gera norðmennirnir bart og halda henni aftur. Næsta hon minnist er, at hon og ein norðmaður ganga omaneftir bakkanum, og hon lænir telefonina frá manninum, og ringir til mammu sína Gretu, sum vaknar av telefonini heima í Føroyum. So meðan Maibritt og maðurin fylgjast oman móti sjónum, greiðir hon mammuni frá tí, sum er hent. Við eitt hoyra tær eitt ræðuligt buldur, í tí at flogfarið sprongist, og Maibritt sær eitt hav av logum standa upp í himmalin. Ein bátur tekur tey upp og siglir tey inn til eina gamla atløgubrúgv.
Hetta var søgan, sum Ólavur Olsen sigur okkum hana frá Maibritt, og hann skoytir uppí, at tað nú, so smátt er gingið upp fyri teimum, at Maibritt var bert tveir minuttir frá deyðanum í gjár.
- Maibritt hevur hug at brigsla sær sjálvari, at hon ikki fekk hjálpt hinum í flogfarinum, men vit royna at sannføra hana um, at hon kundi ikki gera meira, tí flogfarið var farið í helvt. Tí noyðast vit eisini at royna at gleðast um, at hon um ikki annað kom frá vanlukkuni við lívinum, sigur Ólavur.
Flogskiparin royndi
Ólavur greiðir frá, at Maibritt tosaði við Niclas Djurhuus, sum var flogskipari á túrinum í gjár. Hann hevði greitt henni frá, at tá flogfarið steðgaði, royndi hann at fáa allar hurðarnar upp, men til fánýtis. Síðani klintraði hann út gjøgnum vindeygað, í síðuni á stýrhúsinum, og fór útum at royna at fáa hurðarnar upp. Men tað fekk hann heldur ikki. Síðani fór hann inn í flogfarið aftur, men har fekk hann onki gjørt. Tí gjørdi hann av, at klúgva út gjøgnum vindeygað aftur.










