Tak einki fyri givið í myrkri

Hettar eru høvuðsráðini frá koyrilærara, nú myrka tíðin avloysir tað ljósu



Nú gerast kvøldini myrk og long. Tá broytist so mangt, eisini fortreytirnar fyri at ferð­ast á alfaravegi. Sama um vit eru til gongu, á súkklu ella aftanfyri eitt bilróður, so øk­ist sannlíkið fyri, at vit gerast partur av einum ferðsluóhappi, tá ið vit koma inn í myrku tíðina, samanborið við ljósu tíðina.
 
Orsøkin er einføld: Vit síggja verri í myrkri, og vit síggjast verri í myrkri.
 
Tí eru høvuðsráðini tvinnanda. Í fyrsta lagi, ger alt tað, tú kanst, fyri at síggja og síggj­ast so frægt sum til ber. Í øðrum lagi: Tá ið tú ferðast í myrkri  antin tað so er til gongu ella á hjólum  tak tá einki fyri givið!
 
Blindaður, men ósæddur
Hvør okkara kennir ikki hettar, tá ið vit eru til gongu, at vit verða blindaði av bili, ið kemur ímóti okkum. Frá hesum, at ljósini gera okkum fortreð, er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at bilførarin hevur sæð okkum.
Men tað skalt tú ikki taka fyri givið!
 
Hvørt bilførari hevur sæð teg ella ikki, valdast so mangt. Ein partur snýr seg sjálvsagt um ljósini hjá honum,  hvussu sterk eru tey og hvussu langt røkka tey. Men hettar er bert ein partur. Tað ber væl til, at ljósglæman rakar teg, men bilførarin sær teg ikki kortini!
 
Ein orsøk til hettar er, at sjónin  í hesum føri tosa vit um bilføraran  er verri í myrkri enn í dagsljósi. T.v.s., at fyri tað um tú orsakað av glæmuni frá bilinum týðuliga sært tínar svørtu skógvar og tað brúnt-blanka spennið og tær gráu buksirnar og tann reyða jakkan við teimum gráu rípunum, so kann tað væl vera, at bilførarin als ikki sær teg. Snøgt sagt tí, at í myrkri eru kontrastirnir smáir: Tað er grátt útyvir grátt!
 
Nýtið endurskin!
Undir slíkum umstøðum kann bilurin koma skelkandi nær, áðrenn bilførarin sær teg. Er tað serliga myrkt í veðrinum og glámlýsi, so kann vera heilt galið ... Um so er, at bilførarin kortini fær eyga á teg í góðari tíð, so eru tað onnur viðurskifti, ið kunnu vera avgerandi: At bakgrundin av tilvild er hvít ella ljós, so tú sæst, sum nakað, ið rørir seg fyri framman. Ella tí at tað er bjart mánalýsi. At tú beint tá gongur undir einum gøtu­ljósi.
 
Ella um tú av tilvild hevur okkurt blankt uppi á tær, sum sæst serliga væl, brillur, ein ring ... Umframt hvussu sterk ljósini eru og hvussu langt tey røkka, so er tað alt avgerandi, hvønn lit tað hevur, sum ljósglæman rakar. Stutt sagt: Jú myrkari klæðir, tess minni ljós varpa tey aftur, og ljósari klæðir minni varpa tey aftur. Við øðrum orðum: Í hvítum klæðum sæst tú best. Men Armani og Versacce hugsa valla um ferðslutrygd, tá ið teir sniðgeva vetrarmótan, so tí eru ráðini enn sum áður: Nýtið refleks! Endurskin varpar 100% av ljósglæmuni aftur til bilføraran (hvít klæðir umleið 80%, grá 10% og svørt 5%!).
Venda vit nú sjónarhorninum og síggja støðuna sum bilførarar, so er tað í grundini ræðandi: Ert tað myrkt og hava vit vánalig ljós, so kann tað væl vera, at vit hava gongu­fólk fyri framman (í myrkum klæðum og uttan endurskin), sum eru fevnd av ljósglæmu okkara uttan at vit hava ánilsi av, at tey eru har!
 
Onkur er kanska er har!
Fjarljósini lýsa í minsta lagi 100 metrar. Hugsa tær nú, at onkur  í myrkum klæðum og uttan endurskin  gongur við kenning úti á akbreytini uttan at tú veitst av tí. Sig nú, at tú varnast viðkomandi, tá hann ella hon eru 50 metrar framman fyri bilin. Hvat krevst til at steðga, um tú koyrir 80 km/t og tað tekur tær eitt sekund at fáa í lag at bremsa?
 
Dømi: Ferð 80 km/t og viðbragdstíð 1 sekund. Tølini eru í metrum.




 

Turt asfalt

Vátt asfalt


Viðbragdsstrekkið

22

22


Bremsistrekkið

32

64


Steðgistrekkið

54

86
 
 
Tí er umráðandi, at vit sum bilførarar spyrja okkum sjálvi, hvat vit kunnu gera fyri at varnast alt rundan um okkum so væl sum til ber. Her er fyrst talan um rættiliga einføld og grundleggjandi viðurskifti, ið skulu avgreiðast, áðrenn tú setur teg aftan fyri róðrið og sum alt ov ofta vera forsømd. Eigur tú at brúka brillur ella lins­ur, lat so vera við at koyra við ongum. Síggj til at ljósperurnar lýsa (skift báðu­meg­in, hóast bara onnur er brostin). Síggj til at lyktagløs og endurskin eru rein. Koyr ikki, tá ið tú hevur drukkið (rúsdrekka ávirkar sjónina og alt annað skeivan vegin). Ert tú móð/ur, hugsa teg so tvær reisir um, áðrenn tú koyrir, tí tað ávirkar fatanarevnini, eisini sjónina, skeivan vegin.
 
Nýtið ljós
So er tað sjálv koyringin! Ein tann mest vanliga grundgevingin, tá fólk hava verið uppií ferðsluóhappi, serliga um tey hava skyldina ella part av henni, er hendan: Eg tonkti ikki uppá tað!. Av døminum oman fyri og øllum tí, vit vita um okkara egnu sjón í myrkri og týdninginum av myrkum ella ljósum klæðum og endurskin/ikki end­urskin, so er vert at endurtaka høvuðsráðini: Tak einki fyri givið, tá ið tú koyrir í myrkri ... tað kann vera, at onkur er out in the dark uttan at tú veitst tað.
Umframt at hava ljósini í lagi, brúka so nógv ljós, sum til ber, t.v.s. brúka fjarljós, tá ið tað yvir­høvir ber til. Laga ferðina eftir umstøðunum, so tú hevur stundir at síggja fólk, kríatúr, parkeraðar bilar ella annað framvið vegnum, í so góðari tíð, at vandi ella skaði ikki stendst av. Set ferðina niður, tá ið tú skiftir frá fjarljósum til nærljós.
Tak einki fyri givið. Hav eyguni við tær. Hugsa teg um. Síggj til, at tú ikki fært brúk fyri at siga: Eg tonkti ikki uppá, at nakar var har!
 
 
 
Símun W. Høgnesen
koyrilærari, Klaksvík