avgerandi løtunum vera tungan á vágskálini, sum fær spælararnir at stríðast seinasta og týdningarmikla pettið. Tað hevur eisini verið orsøkin til, at tað uttan stórvegis hóvasták hevur borið til at slúsað eitt [...] alternativini til at spæla breitt - og harvið økja um trýstið á mótstøðuverjuna. At liðið so eisini hevur góð alternativ á flestu plássunum, hevur eisini betra um møguleikan at rotera, soleiðis at kreftirnar [...] kappingarárinum vóru tey flestu á einum máli um, at Stjørnan var stórfavorittur at vinna meistaraheitið. Sum verjandi meistarar høvdu VB mist ov nógv, til at fólk veruliga roknaðu við teimum, og hóast Neistin
konfirmeraður. Fyrstu árini sóust ongi tekin til, at nakar fór at rýma, og lívið gekk sína gomlu gongd. Ein maður úr Kunoy flutti norður til Skarðs at búgva, men vetrarnar 1917 og 1918 fóru nøkur húski [...] yvir til Kunoyar at vera. Tey komu tó aftur til Skarðs móti sumri, og í 1918 varð ein drongur føddur har norði. Veturin 1918-19 fluttu aftur nøkur húski burtur, og tað hjálpti sum vera man ikku um arbe [...] veturin reyk bert í trimum húsum, og so gjørdu eisini tey av at rýma. Tann 26. januar 1919 fóru tey at bera seingjarklæði og húskiráð oman á Kleiv... Eina løtu eftir legði ein tigandi bátur frá landi við
varð stokkið inn á gólvið í Heygabúðini at keypa serliga góða viðskeran, og ein partur av ritualinum var at fara afturum at heilsa upp á Bjarta, um tað bar so væl á, at hann sat og gjørdi rullupylsu og kjøtpylsu [...] kom, var tað so rímuligt, at tey nevndu hann Bjarta. Bjarti mundi hjá teimum øllum kennast at vera serlig sólstrála. Um ta tíðina, tá ið Bjarti var føddur, fór Jógvan Højbro at handla. Hann tók handilin [...] petroleumsdunkum og fjeringspundi av hesum og hasum, og seinni, eftir at hann hevði verið á handilsskúla í Danmark, menti Bjarti handilin at vera sjálvtøkuhandil við so nógvum øðrum enn bara matvørum, og Petra
sannlíkt, at skipið fór at sigla á eitt sker ella tað, sum verri var. Bátarnir róðu kapp út til skipini fyri at fáa inntøkurnar, sum loðsurin fekk frá skipinum. Teir høvdu ikki loyvið til at hava fleiri [...] ein sera stórur heiður at gerast partur av manningini. Richard Hardmann ynskti at enda manningini á hesum bátinum (Brendan) Guds signing og góða eydnu í kappingunum, hann fer at vera við í í heimsmeistar [...] framvegis hevur nakað at siga fyri fiskivinnusamfeløg í Bretlandi. Tí hóast nýmótans tøkni er lítið broytt hjá teimum, sum liva av sjónum. Á hesum vøkru oyggjunum er tað torført at ímynda sær, at hjá okkum, sum
um at royna at fáa sær onkra útbúgving. Hon hoyrdi sjálv til tað ættarlið, ið ikki fekk høvi til at útbúgva seg, hóast hon hevði gávur til tað. Eitt annað eyðkenni fyri hana var, at alt skuldi vera gjørt [...] og børnini eru fá. Tað vil so vera, at fólk eldast og fara hiðani. Ikki ber til at siga, nær eg fyrstu ferð kom á gátt hjá Jóhonnu Frederikku og Christiani - eg veit bara, at eg havi verið ógvuliga ung, [...] Tað er nú einaferð lívsins gongd, at tá tú sjálv røkkur at miðjum aldri, fara tey fólkini, sum tú altíð hevur kent, so smátt at falla frá - tað er eins og grundstuðlarnir ridla undir tær, hvørja ferð onkur
verið mett at vera heilt gott summarveður, taptu 5?0 í Brøndby. ?Legestue?, róptu væl hýrdu og nógvu Brøndby áskoðararnir fram móti dystarenda. Sjálvsagt var hetta eyðmýkjandi fyri Jákup Mikkelsen at fáa oman [...] løtuni er tað einki, sum bendir á, at Herfølge skal vinna meistaraskapin: ? Í vikuni fara vit at hava fund um støðuna. Munurin millum í heyst og nú í vár hevur verið, at í heyst skoraðu vit upp á teir flestu [...] sum donsku fjølmiðlarnir siga. Teir rokna ikki við, at Herfølge verður meistari. Heldur rokna teir við, at størsta avbjóðingin til Brøndby fer at koma frá AaB. Meistararnir frá í fjør hava havt gott tak
nøgdur við at fáa trý stig, men hinvegin misnýttu vit alt ov nógvar málmøguleikar, og tað kann eg ikki vera nøgdur við. Tá vit hava so nógvar 100% møguleikar, eigur úrtøkan at vera betri, soleiðis at eingin [...] leikararnir ikki vera samdir við teimum, sum siga at liðið í løtuni er í djúpari kreppu. Toppskjúttin tey bæåi seinastu árini, Jákup á Borg, segði eftir dystin, at hann helt als ikki, at talan er um nakra [...] tað so at siga eingin, sum roknaði við, at vit skuldu gera nakað serligt í ár, so eg haldi ikki, at man kann tosa um nakra kreppu hjá okkum, greiddi hann frá. Hann var tó sjálvandi samdur í, at vónirnar
hevur víst seg, at tá væl av øðrum arbeiðum var at fáa innan aðrar vinnugreinar, so fóru fólk frá flakaborðunum í tað arbeiðið. Men so skjótt sum tíðirnar versnaðu aftur, valdu tey aftur at fáa sær arbeiði [...] teimum. - Tá tey vóru blivin størri, hevði eg hug at fara út at fáa mær eitt arbeiði. Men tja, eg veit ikki, tað var kanska eitt sindur tilfeldugt at tað júst var fiskaarbeiði, sum bleiv mítt lívsstarv [...] arbeiði. Og her havi eg so verið í tvey ár. - Og her dámar mær sera væl at vera, greiðir hon frá. Altjóða umhvørvi Síðani Bjørg byrjaði at arbeiða á flakavirkinum fyri 24 árum síðani, eru stórar broytingar
ráðaloysi og í síni ómegd velja bara at tiga. Tó tá eru veljarar lættir at flyta og keypa av einfaldum og tó greiðum politiskum opportunistum í enn eini vón um, at »nýggir kveistrar kveistra best«. Men [...] glaðbeint bæði tóku og kíkaðu, og sum í verki helst fer at fjøtra føroyskt politiskt sjálvbjargni, so leingi skilið er, sum tað vísir seg at vera nú. [...] likkini, har annars demokratiskir flokkar, harav fleiri sosialistiskir, ikki megnaðu at semjast um støðufesti og at skipa týska ríkið aftan á fíggjarliga verðaldarkreppu og handan tapið og samfelagsliga
við at víkja frá, fyri ikki at vera vingluskøltar. Hendan ætlanin sigst kosta 75 mill. ella 10 mill. meir enn fyrsta loysnin, sum segðist vera í so kostnaðarmikil. Hetta lokrennuarbeiðið kemur at órógva [...] uppskotum. Seinri eru komnar ymiskar aðrar undarførslur fyri at hesin tunnil ikki er besta loysnin, millum ann-að at tilfarið skal vera sera vánaligt, og at tunnilin má liggja rættuliga djúpt. Hvussu nógv hald [...] hon neyvan haft. Hesin tunnil var mettur at kosta 54 mill. og eftir hvat man hevur frætt, skuldi hetta vera í dýrara lagi fyri Landsverk, og er tað helst tí, at teir eru komnir við øðrum alternativum loysnum