Hondbóltur
Tað ljóðar uttan iva sum ein slitin kliché, men tá talan er um finalur, so er talan samstundis um óreingiligan veruleika. Tað verður betra liðið á degnum, sum onkra staðni kring níggju-tíðina í kvøld kann rópa seg føroyameistara.
Komplett lið
Undan kappingarárinum vóru tey flestu á einum máli um, at Stjørnan var stórfavorittur at vinna meistaraheitið. Sum verjandi meistarar høvdu VB mist ov nógv, til at fólk veruliga roknaðu við teimum, og hóast Neistin tóktist enn betri fyri, enn tær hava verið í fleiri ár, so var spurningurin, hvørt hetta veruliga var nóg mikið hjá teimum.
Við komplettu Alina Olaru, hartskjótandi Katarinu Stepanov, intelligenta og kvika spælinum hjá Joan Midjord Djordjevic, landsliðsspælarum á báðum vengrum og strikuna og ikki minst við Agnes Masenaite aftur í málinum tóktist ideal-uppstillingin hjá liðnum snøgt sagt at vera ein styrkisflokk oman fyri tí, sum hini liðini kundu stilla upp við.
Í grundspælinum koyrdi eisini við fullari ferð. Verður sæð burtur frá heilkiksaranum móti Kyndli í Havn, megnaði eingin at standa stjørnunum kurl, og fram til 11. februar tóktist eingin ivi vera um, at vit her tosaðu um sterkasta kvinnuliðið í landinum.
Sigurin hjá Neistanum í steypafinaluni tann dagin broytti tó um hesa fatan. Neistin hevði annars bæði hetta og seinasta kappingarár verið heilt nær Stjørnuni í fleiri dystum, men hvørja ferð hevði Stjørnan tó koppað yvirtakið. Við steypasigrinum fingu Neista-kvinnurnar tó fyrst og fremst broytt um egnu fatan sína. Tær fingu prógv fyri, at tað eisini ber til at vinna týdningarmestu dystirnar, og tí snaraði sjálvsálitið fleiri stig uppeftir hendan dagin.
Samstundis tóktist, sum varð Stjørnan onkursvegna offur fyri kappingarskipanini, sum hevur verið galdandi í ár. Í endaspælinum hevur liðið sum so als ikki havt fyri neyðini at spíla seg út, tí hálvfinaluplássið var undir øllum umstøðum tryggjað. Men tá tað so veruliga stóð á, megnaði liðið ikki at finna »on-knøttin«. Og tá Neistin so eisini streyk avstað við sigrinum bara eina viku eftir steypafinaluna, fóru tær reyðu kanska at ivast í egnari styrki.
Ikki fyrr enn tær fingu knívin á barkan - fyrst í Vági móti VB og síðani í Klaksvík móti Neistanum - tóktist Stjørnan finna rætta stevið framaftur. Og megna tær at finna tað spælið fram í kvøld, verða tær helst meistarar. Men tað krevur altso, at spælararnir raka rætta dagin.
Lokalt við útlendskum kryddi
Og mótstøðan frá Neistanum skal so sanniliga heldur ikki undirmetast. Hóast liðið ikki tykist eins komplett, sum tað hjá Stjørnuni, so hava tær í verki víst, at tær so sanniliga eisini hava sínar streingir at spæla uppá.
Ikki minst hevur týdningurin av Manuelu Stan Jensen og Nicoletu Radu Hansen verið ovurstórur. Føroyski bulurin á liðnum er góður, men tær báðar hava víst seg sum júst tað eyka kryddið, sum hevur lyft liðið heilt upp móti tindunum. Somikið nær, at tær nú bara eru ein dyst frá fyrstu greipuni í níggju ár.
Umframt útlendska styrkin, so hevur væl uppvandi bulurin av egnum spælarum á sín hátt havt ein ovurstóran týdning fyri liðið. Við eini góðari blanding av royndum og ungum spælarum hevur felagskenslan verið heilt í topp, og tað kann í avgerandi løtunum vera tungan á vágskálini, sum fær spælararnir at stríðast seinasta og týdningarmikla pettið. Tað hevur eisini verið orsøkin til, at tað uttan stórvegis hóvasták hevur borið til at slúsað eitt nú Katrin á Neystabø og síðani Biritu Wardum inn á liðið. Saman við yngru systrini hevur Katrin eisini verið millum fremstu alternativini, um Nicoleta hevur verið mansvard. Og við sera væl mannaðu kantunum, har ungdómur og rutina alla tíðina hava dystast um spælitíð, hevur liðið havt bæði styrki og neyðugu alternativini til at spæla breitt - og harvið økja um trýstið á mótstøðuverjuna. At liðið so eisini hevur góð alternativ á flestu plássunum, hevur eisini betra um møguleikan at rotera, soleiðis at kreftirnar hjá liðnum røkka sum longst. Nakað sum eisini verður neyðugt, nú Birita Wardum noyddist aftur til London undan seinastu finaluni.
Verjurnar altavgerandi
Hjá báðum pørtum er tað - sum so ofta í hondbólti - verjuparturin, sum verður heilt avgerandi. Við lága máltalinum, sum ofta hevur eyðkent dystirnar hjá Neistanum, er týdningurin í hesum partinum kanska meira sjónligur. Ikki minst, tí styrkirnar hjá Manuelu ofta koma so serstakliga væl fram, tá mótstøðan verður trýst til gjøgnumbrot úr síðunum.
Stjørnan grundar hinvegin stóran part av vandamikla kvika spælinum á eina sterka verju, har umstillingin til álop stemplar við fullari ferð niðaneftir.
Tí verður tað í verjuni, at meistarin í kvøld verður funnin!