VB skal takast í álvara

Við sigrinum á B36 hevur VB av álvara blandað seg í oddastríðið. Hinvegin tykist B36 fullkomuliga hava mist takið

VB-B36 1-0 (1-0)


Sálarliga barlastin hjá B36 mundi vera í lagi, tá teir sunnudagin fóru á vøllin móti VB.

Gaman í hevur VB í ár verið millum stinnastu liðini í deildini, men hinvegin hevði B36 ikki tapt á Eiðinum síðani 1989, útlitini fyri í hvussu so er øðrum stiginum mundu vera góð.

Tá tað kom til stykkis, hevði nútíðin tó vunnið á siðvenjuni, tí havnarmenninir máttu stigaleysir av aftur oynni, og sum heild mundi hetta eisini vera í lagi.


Eingin framdrift

B36 byrjaði annars dystin væl, og meginpartin av fyrra hávleliki vóru tað eisini teir, sum høvdu bóltin meira.

Rættuliga vandamiklir gjørdust teir tó ongantíð, og tað sigur eitt sindur um spæl teirra, at tað einamest var við hornasparksstøðum, at teir veruliga hóttu VB málið.

Heimaliðið tóktist hinvegin nógv meira beinleiðis í spæli sínum. Tá teir fóru í álop, var tað við fullari ferð, og fleiri ferðir stóðust góðir málmøguleikar burtur úr, tá teir soleiðis herjaðu á B36 verjuna.

Einasta málið í dystinum, kom tó ikki sum úrslit av einum av mongu kviku álopunum. Eitt sindur óneyðugt lat B36 hornaspark til VB, og at kalla ótarnaður kundi Jóan Pauli Olsen senda bóltin í netið, tá sent varð innfyri.


Møguleikarnir trutu ikki

Um onkur helt, at B36 nú fór at leggja veruligt trýst á heimaliðið í seinna hálvleiki, so fór viðkomandi púra skeivur í hesum.

Úr Vági frætta vit, at størsti spurningurin seinastu trý korterini var, nær VB skuldi sláa sigurin fastan, við einum máli til 2-0.

Hetta hendi ongantíð, men tað var so ikki orsakað av, at heimaliðið ikki hevði nóg nógvar møguleikar.

Snøgt sagt, so svumu VB leikararnir í málmøguleikum, men Tróndur Vatnhamar vann fleiri ferðir tvídystir, tá VB leikarar komu púra einsamallir móti máli hansara.

B36 miðvøllurin fekk ongantíð tamarhald á spælinum. Kanska mest orsakað av, at Jan Guttesen hevði ein av sínum fáu vánaligu dystum, og so hjálpti tað ikki nógv, at ungi Klæmint Matras spældi ein rimmar dyst við síðuna av Jan.

Hóast teir søgdu sigurin vera í lagi, so tykjast B36 leikararnir ikki vera samdir við teimum, sum siga at liðið í løtuni er í djúpari kreppu. Toppskjúttin tey bæåi seinastu árini, Jákup á Borg, segði eftir dystin, at hann helt als ikki, at talan er um nakra kreppu á liðnum.

- Undan kappingarárinum var tað so at siga eingin, sum roknaði við, at vit skuldu gera nakað serligt í ár, so eg haldi ikki, at man kann tosa um nakra kreppu hjá okkum, greiddi hann frá.

Hann var tó sjálvandi samdur í, at vónirnar kanska vóru settar nakað upp, tá teir fingu so góða byrjan, við fimm sigrum á rað, men teir eru so framhaldandi partur av oddastríðnum.


Nøgdur og tó

Hóast fyrsta sigurin á B36 í 11 ár, so var leikandi venjarin hjá VB, Krzystof Popczynzki, ikki heilt nøgdur við dystin.

- Eg eri sjálvandi nøgdur við at fáa trý stig, men hinvegin misnýttu vit alt ov nógvar málmøguleikar, og tað kann eg ikki vera nøgdur við. Tá vit hava so nógvar 100% møguleikar, eigur úrtøkan at vera betri, soleiðis at eingin ivi verður um sigurin.

Venjarin hevði hug at samanbera dystin sunnudagin við tann, sum VB fyrr í ár tapti móti B71, men segði tó, at munurin var, at teir hóast alt fingu stigini við sær hesuferð.

- Hetta var tó ein sera týdningarmikil sigur fyri okkum. Nú er vit av álvara við í toppstriðnum, og megna vit eisini at vinna móti Sumba komandi vikuskifti, verður hugurin at venja í summarfrítíðini eisini nógv betri, helt Krzystof fyri.

Víðari segði hann, at sum støðan í oddinum er í løtuni, verður helst talan um eina sera spennandi seinnu kappingarhálvu, har øll fimm ovastu liðini hava møguleika at gera rættuliga vart við seg.


Ræður um at halda fast

Sum nevnt, so er seinasti dysturin hjá vágbingum á heimavølli móti Sumba á Jóansøku. Einki er at taka seg aftur í, at VB eru greiðir favorittar at vinna dystin, og um so er, standa teir í eini sera góðari støðu, áðrenn átta teir seinastu dystirnar.

Einasta av oddaliðunum, sum VB framvegis hevur til góðar at møta á útivølli er B36, meðan teir á heimavølli fáa vitjan av KÍ, B68 og HB. Um ein hampuliga góð úrtøka fæst úr hesum trimum dystunum, eru útlitini fyri eini endastøðu uppi oddinum helst á eini góðari leið.

B36, sum fyrsta partin av kappingini sá út til at skula verða einaráðani í deildini, tykist hinvegin at vera steðgað rættuliga á seinastu vikurnar.

Fyrst og fremst tykist missurin av John Petersen at hava verið størri, enn flestu áskoðararnir upprunaliga góvu sær far um, men harafturat hevur liðið eisini verið meint rakt av skaðum.

Ivaleyst eru flestu av skaddu monnunum komnir fyri seg, tá tørnað verður út aftur eftir summarsteðgin, men áðrenn ´summarfrítíðina hevur B36 útidyst í Gøtu. Ein dystur, sum helst skal vinnast, um vónirnar um ein oddasess skulu varveitast.


VB-B36 1-0 (1-0)

1-0: Jón Pauli Olsen 40.


Dómari: Petur Reinert


B36:

Tróndur Vatnhamar ? Fróði Clementsen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen ? Dánjal Petur Johansen, Klæmint Matras, Jan Guttesen, Håkan Lundholm ? Jákup á Borg, Ronnie Samulelsen, Magni á Lakjuni


VB:

Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, Jón Gærdbo, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Krzystof Popczynzki;la við B71.

Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan.m avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.

Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.


Takk fyri

Jóannes Eidesgaard