Byrjanin til eitt nýtt ævintýr

Í dag eru vit við byrjanina av einum stórum ævintýri, leitanini eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Nú vit fara í holt við hesa risastóru avbjóðing tykist tað vera hóskandi at minnast aftur á teir enn djarvaru uppdagararnar, sum komu higar í leðurbátum og tóku andan av eini nýggjari tíð við sær segði stjórin í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann í røðu síni í Kirkjubø, tá nýggi kappróðrarbáturin Brendan varð sjósettur.

Nógva varð gjørt burtur úr í Kirkjubø mánadagin, tá nýggi kappróðrarbáturin Brendan varð sjósettur. Har vóru bæði landsstýrismenn, tingmenn, listafólk og vinnulívsfólk til steðar, tá vestmenningar flotaðu bátin, sum er ein gáva til føroysk róðrarfólk. Manningin á Vestmenningi skal nú venja við bátinum til farið verður til Scillyoyggjarnar í apríl at rógva kapp.

Eftir sjósetingina, har teir báðir ævintýrararnir Tim Severin og Tróndur Patursson vórðu hjástæddir, var stutt hátíðarløta í kirkjuni, har Richard Hardmann helt røðu.

Hann segði: -Vit hugsa vanliga um havið sum eina ræðandi megi. Ein av mínum yndissálmum frá barnaárunum hevði niðurlagið: »O hear us when we cry to Thee for those in peril on the sea«. Tað er ein sálmur, sum framvegis hevur nakað at siga fyri fiskivinnusamfeløg í Bretlandi. Tí hóast nýmótans tøkni er lítið broytt hjá teimum, sum liva av sjónum.

Á hesum vøkru oyggjunum er tað torført at ímynda sær, at hjá okkum, sum liva á ovurfólkaðum gøtum við gangi, dálking, óruddi og graffiti, verður havið mett sum reinsandi, ein kelda til endurnýggjan.

Støddin og styrkin í havinum kann geva okkum nýtt lív. Vit jarðfrøðingar, sum hava lært um evolutión, og sum vita, at allir skapningar á landi í fyrndini komu úr sjónum, hava kanska eina serliga sterka kenslu av skyldskapinum millum menniskjað og havið. Okkara blóð hevur saltinnihald sum sjógvur. Fyri býarfólk er havið staðið, vit flýggja til, okkara yndisferðamál. Kanska halda vit ótilvitað, at um vit svimja í sjónum, haðani vit komu, kann tað gera okkum rein, og tað einfalda og sakloysið við menniskjalívinum verður á onkran hátt endurnýggjað.

Í dag standa vit á hesum søguliga stað og minnast aftur á teir djørvu sjófarararnar, sum vunnu á øllum kendum og ókendum vandum á sjónum og førdu eina nýggja kristna tíð til hesar strendurnar. Hasir somu munkarnir, ella teirra brøður, førdu eisini kristindómin til Cornwall og oyggjarnar vesturi í havi, Scilly-oyggjarnar. Saman við okkum í Cornwall og í Føroyum hava vit ein bólk av djørvum ævintýrarum, sum vórðu førdir fram av teirra trongd til at boða gleðiboðskapin til øll fólk, hvar tey enn livdu.


Byrjanin til eitt stórt ævintýr

Í dag eru vit við byrjanina av einum stórum ævintýri, leitanini eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Nú vit fara í holt við hesa risastóru avbjóðing móti tungum aldum, djúpum havi og basaltløgum, sum gera vanligt seismiskt kanningararbeiði ógjørligt, tykist tað vera hóskandi at minnast aftur á teir enn djarvaru uppdagararnar, sum komu higar í leðurbátum og tóku andan av eini nýggjari tíð við sær.

Richard Hardmann fegnaðist um at kunna lata føroyska róðrasambandinum henda bátin og helt fram:

-Hetta er ein bátur av einum slagi, sum fyrstu ferð varð smíðað á Scilly-oyggjunum fyri eini 150 árum síðani. Báturin varð vanliga brúktur at føra loðsar út til skipini, sum vildu koma inn í víkina millum oyggjarnar. Sker og boðar, bæði oman fyri og undir sjónum, gera skipaferðsluna inn í víkina torføra og vandamikla. Uttan ein staðkendan loðs umborð var sera sannlíkt, at skipið fór at sigla á eitt sker ella tað, sum verri var. Bátarnir róðu kapp út til skipini fyri at fáa inntøkurnar, sum loðsurin fekk frá skipinum. Teir høvdu ikki loyvið til at hava fleiri enn seks árar, tí bátarnir hjá tollembætismonnunum høvdu bátar við átta árum, og sum tit ivaleyst vita, er fólkið í Cornwall eisini kent fyri smugling. Harafturat, orsakað av øllum vrakunum, vórðu bátarnir nýttir til bjargingararbeiði, og hetjuverk vórðu regluliga framd av bátsmanningunum, og nógvir sjólótust eisini.

Kappingin millum bátarnar um inntøkurnar frá loðsunum hevði stóran týdning fyri uppihaldið hjá einum fólki, ið livdi frá hondini í munnin. Hvør oyggj hevði sín egna bát, og tað var ein sera stórur heiður at gerast partur av manningini.


Richard Hardmann ynskti at enda manningini á hesum bátinum (Brendan) Guds signing og góða eydnu í kappingunum, hann fer at vera við í í heimsmeistarakappingini í mai mánaði á Scilly-oyggjunum.

-Av enn størri týdningi er, at vit vóna, at hesin báturin (Brendan) verður eitt tekin um samanhaldið millum tey, ið liva av sjónum ? nakað, sum teir fyrstu uppdagararnir so praktiskt gjørdu til veruleika ? og at hann fer at gerast ímyndin av felags vónum og framburði, sum gevur tilveruni hjá okkum øllum litir. Sum skaldið Thomas Traherne skrivaði í 1660:

»You never enjoy the world aright

Till the sea itself floweth in your veins

Till you are clothed with the heavens and crowned with the stars«

Tað er okkara vón, at øll, sum rógva við Brendan, fara at gera henda framburð til veruleika og av sonnum verða krýnd við eydnu í stóru kappingini, tey skulu vera við í segði stjórin í Amerada Hess í røðu síni í kirkjuni í Kirkjubø mánadagin.