Jógvan E Joensen
Leirvík
?????
Nú nærkast í stórum til tað »brestur fyri nevn« millum Leitini, og eitt ár seinri skal verða koyrandi. Ferðslan kemur í fyrstu syftu at ganga gjøgnum bygdina í tættbygdum øki við tveimum vegamótum og íkomuvegum. Hetta er ikki nøktandi loysn í longdini, hvørki fyri bygdarfólkið ella fyri landsins myndugleikar.
Nógvar ymiskar loysnir hava verið nevndar, so sum tunnlar, brýr, vegir og nú koyrirenna (lokrenna) ella koyrigrøv (undirgrøv).
Tað eru helst 3 partar ið hava serligan áhuga á eini loysn av hesum máli.
1.Hjá norðingum er nokk fremsta hugsanin, hvussu koma vit ígjøgnum Lorvík? Um tað verður omaná, undir ella mitt ígjøgnum, tað er helst ikki tann stóri trupulleikin fyri teir.
2.Landsverk/landsstýrið hevur helst sum fremsta mál, at gera eina rímiliga bíliga loysn, um ikki kravboð frá Løgtinginum koma um nakað annað, eina loysn, sum kann nøkta tann vantaða tørvin til ferðslu í framtíðini.
3.Lorvíkar bygdaráð burdi haft sum fremsta mál, at fingið eina loysn, sum kann gagna bygdini best í framtíðini, og helst órógva sum minst.
Fyrsta tunnilsloysnin sum fráfarna bygdaráð mælti til, var ein tunnil undir bygdini, sum helst hevði órógvað bygdina minst, men ann-að gagn sum so hevði hon neyvan haft. Hesin tunnil var mettur at kosta 54 mill. og eftir hvat man hevur frætt, skuldi hetta vera í dýrara lagi fyri Landsverk, og er tað helst tí, at teir eru komnir við øðrum alternativum loysnum, sum hava kunnað fingið skjóta og positiva viðgerð, um tikið hevur verið við hesum uppskotum. Seinri eru komnar ymiskar aðrar undarførslur fyri at hesin tunnil ikki er besta loysnin, millum ann-að at tilfarið skal vera sera vánaligt, og at tunnilin má liggja rættuliga djúpt. Hvussu nógv hald er í hesum tíðindum veit eg ikki, heldur ikki um nakrar kjarnuboringar hava verið gjørdar, men vitandi er um onkrar hissini omanjarða dýpdarmátingar. Í hvussu er og ikki, sær tað út til at bæði nýggja Bygdaráðið og Landsverk hava slept hesari loysnini, sum gamla bygdaráðið royndi at halda fast um, sum einastu og frægastu loysnina.
Uppskotið hjá Landsverk um at gera veg gjøgnum besta byggilendi í bygdini, eru helst allir lorvíkingar meir ella minni ímóti. Tað er bert ein orsøk hjá Landsverk at mala til at gera tann vegin, og hon er tann at tað er helst bíligasta loysnin fyri landið, men helst ein vánalig loysn fyri Lorvík.
Triðja loysnin, sum talan hevur verið um er »Fjøruloysnin«, har tað hava verið ikki minni enn 3-4 ymisk hugskot, umframt brúgva-loysnin, sum er ein brúgv millum báðar pirarnar, har smærri skip kunnu sigla undir. kanska ikki tann dummasta loysnin, men neyvan tann bíligasta.
Seinasta útspælið frá bygdarráðnum, ? hesum nýggja ? er ein 400 metur long lokrenna gjøgnum fjøruna og havnarlagið. Tað ljóðar at tað er eitt samt bygdarráð, sum stendur aftanfyri hesari loysnini. Tað er nokk ein pástandur sum skal takast við fyrivarni. Bygdarráðslimir vóru kanska samdir um at gera eina kanning av hesari loysnini, men samdir eru teir neyvan ? heldur enn bygdafólki annars ? um at hettar er besta loysnin fyri bygdina, annars hava fleiri teirra 2 tungur í sama heysi. Men eitt er so tað, at hon lýkur fyrsta útspælið frá gamla bygdaráðnum um ein tunnil (ella onkrum sum líkist tunnli) og so er ikki lopið frá fyrsta tilmælinum. Eitt tilmæli sum summir bygdarráðslimir, sum rímuligt er, hava eitt sindur ilt við at víkja frá, fyri ikki at vera vingluskøltar. Hendan ætlanin sigst kosta 75 mill. ella 10 mill. meir enn fyrsta loysnin, sum segðist vera í so kostnaðarmikil.
Hetta lokrennuarbeiðið kemur at órógva nógv meðan arbeitt verður, serliga á havnaøkinum, har alt dekkið má brótast upp og havnin tømast í longri tíð. Nakað av gagni fyri bygdina Lorvík, er ringt at fáa eyga á. Ein atløgusíða verður tó t.d. á Toftanesi til smærri bátar, tí grunt er. Norðara og sunnara havnaøkið fáa eitt eyka vegasamband, tað er so tað. Neyvan nakað prýði fyri fjøruna. Nakað av bilóljóði fyri tey innastu og uttastu húsini. Og norðingar, ja teir koma 30 sekund skjótari gjøgnum bygdina.
Men eftir er so ein loysn ? um talan skal vera um veg ? sum ein lítið og onki hevur hoyrt um, hvørki frá bygdarráði ella Landsverki. Tað er at fara so langt niðan um bygdina við vegnum, sum eitt forsvarligt hall loyvir. Tá eru vit komnir niðan á Brekkir, umleið har sum núverandi uppdyrkingarvegur liggur. Um ein hugsar um byggilendi, hevði ein slíkur vegur gjørt minst árin, um hann lá í sjálvum brekku-jarðanum inneftir, omanfyri Bygdarhúsið, og so á skák oman aftur í tunnilsvegin. Er hallið ov nógv at koma omanaftur í núverandi tunnilsveg, er møguleiki at gera ein tunnilsstubba inn í Líðabrekkuna og fáa fatur í núverandi tunnil. Tá sleppur ein undan at gera eitt stórt skemmandi »grótbrot« til rundkoyring, og eventuelt taka gomul søgulig hús niður, sum talan hevur verið um. Bygdin hevði fingið ein »ókeypis« veg, sum skal koma fyrr ella seinri. Fólk kunnu so sjálvi velja hvussu nær tey vilja byggja við ein slíkan veg, og nógv byggilendi er omanfyri vegin til bæði eitt og annað, at freista teim sum ferðast framvið við einumhvørjum, sum hoyrir nútíðini ella framtíðini til. Útsýnið har er frálíkt.
Tá tað er landsins myndugleikar sum hava tað endaliga orðið í hesum leiki, fari eg at biðja teir um eisini at umhugsa hesa loysnina áðrenn seinasta orðið verður sagt.