Nú eru fiskidagarnir aftur á politisku dagsskránni, og onkur uppskot eru eisini um tillagingar í fiskidagaskipanini. Stríðið um fiskidagarnar fer helst ongantíð at enda, men fer framhaldandi at vera eitt [...] bleiv, so at skilja, at bøndur nú ikki fingu røkt bø, haga og útróður á sama hátt sum áður, nú teir høvdu mist trygga ræðisrættin yvir arbeiðskraftini. Hvørjum manni stóð nú frítt at velja sær vinnuveg, [...] kunnu erstattast við seljandi kvotum á tosk, hýsu og upsa. Vit uppliva nokk ikki eitt slíkt skarvslop í fólkavøkstri, sum fyri hálvtannaðhundrað árum síðan, men gera vit sum tá; avtaka darvandi bindingar
ár hevur Theodor Poulsen røkt starvið sum havnaumsjónarmaður í Nes kommunu. - Á Toftum kenna vit Theodor serliga sum skipara á trolbátinum Búgvanum. Hann hevur verið við Búgvanum síðani 1987, men hevur eisni [...] við Katrin. Tey eiga trý børn og eru búsitandi á Toftum. Hans Óli Viberg, sum hevur verið havnaumsjónarmaður síðani 2008, hevur í løtuni farloyví í tvey ár. Theodor skal nú røkja hetta starv til næsta summar [...] starvinum. Fyrra árið av farloyvistíðarskeiðnum hjá Hans Óla hevur Lars L. Larsen røkt starvið. - Vit ynskja Theodor Poulsen bestu eydnu í hesum spennandi starvi, sigur Nes kommuna.
men nú í vetur hevur sæð betri út. - Jú, hetta er ógvuliga óheppið fyri okkum. Vit vóru líka sum teir, ið slóðaðu fyri við frysting, sum rættiliga hevur vundið upp á seg seinastu tiíðina, og nú hetta [...] tíð. Hann sigur, at tað verður ein skandala fyri reiðaríið, um teir ikki sleppa í vinnu aftur, nú vit eru í bestu fiskitíð, og gongdin hevur verið so fræg í seinastuni, sum hon hevur verið. Hann sigur [...] hugsi eg mær, at tilboð skulu gevast upp á at umvæla skipið - um tað nú einaferð verður niðurstøðan. Hetta fer alt at taka tíð, men eg vildi veruliga ynskt, at vit fingu eina avkláring skjótast gjørligt
tað eru ov fá í politikki sum halda økið vera áhugavert og seta seg inn í tað av álvara. Her og nú sparingar Tá sparingarnar á almannaøkinum eru komnar niðan í tingið, eru fleiri dømi um, at tey eru skundað [...] ikki eitt orð sagt um stóra hallið á fíggjarlógini – men nú tað snýr seg um tey veikastu í samfelagnum, tosar samgongan um hallið og sigur, at øll mugu skilja, at vit skulu spara. Tað hevur mangan víst [...] l. Men eftirsum tað einamest eru almannaøkið og málsøkini hjá Helenu Dam á Neystabø, sum hava spart til í ár, átti tað at verið lagamanni hjá hinum landsstýrisfólkunum, nú at vísa ábyrgd og prógva at teir
øðrvísi dystur enn hálvfinalan, men vit fara eftir sigrinum. Vit hava seinastu venjinga í kvøld, har vit taka tað seinasta ígjøgnum, og so eru vit so klárar, sum vit kunnu blíva. Tað sigur Gudrid Nolsøe [...] tær. - Liðið hjá okkum er betur samanspælt nú, og eg haldi eisini at avrikið í hálvfinaluni vísti, at vit eru rættiliga væl fyri. Tí gangi eg út frá, at vit fáa ein javnan og spennandi dyst, sigur Gudrid [...] - Nei, ikki undirspæla, men bara staðfesta ta sannroynd, at tær eru væl fyri. Men vit fara á vøllin fyri at vinna, og eg havi tað álit á mínum spælarum, at tær aftur hesaferð fara at gera sítt allarbesta
Fert tú á ólavsøku? - Ja, vit fara á ólavsøku. Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? - Vit fara til setanina, og annars fara vit at spáka í býnum, kanska detta vit inn á gólvið hjá familju, vinum og kenningum [...] alt eftir, hvørji vit eru. Martin Karl Olsen heldur, at ólavsøkan hevur nógv afturvendandi elementir. - Tað er hesi, okkum dámar, og sum vit ynskja at vera ein partur av. Tí savnast vit ár eftir ár at uppliva [...] okkum á ólavsøku. Tað sigur Martin Karl Olsen, sum saman við konu síni rekur Café Mølina og hotell í Skálavík. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - Tað er avgjørt samanhaldið í fólkinum - tað at vit, eitt
landslið Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin, so var høvuðsorsøkin til stóra hallið í 1998, at landsliðið var fýra ferðir á útivølli og bara eina ferð á heimavølli. Í 1999 verður landsliðið fýra ferðir á heimavølli [...] milliónir krónur, og harvið fer tað at bera til at styrkja um eginpeningin aftur. Á nýggjárinum var hann komin niður á knappar 70 túsund krónur. At tað yvirhøvur bar til at rinda rokningar í 1998 komst [...] heimavølli og bara eina ferð á útivølli. FSF formaðurin segði, at teir rokna ein útidyst hjá landsliðnum at kosta fýra hundrað túsund krónur, og tá eru løn til venjarar og samsýningar til spælarar og hjálparfólk
Løgtingið ikki verður tikið við upp á ráð. Tey vísa á, at landsstýrið arbeiðir fullkomiliga í sjálvdrátti og vil ikki draga politisku flokkarnar á Løgtingið upp í. Tey vísa á, at korona er ikki bara ein he [...] politiskur spurningur. Eitt nú halda tey, at Løgtingið eigur at verða tikið við upp á ráð í spurninginum um, hvussu samfelagið skal latast upp aftur, og ikki minst í sambandi við, hvussu vit skulu fara fram í sambandi [...] hann er rætta mannagongdin, hann heldur, at vit mugu ásanna, at tað hevur gingið fram úr væl. Men annars segði hann eisini, at politisku flokkarnir eru boðsendir á fundar at viðgera støðuna.
óvanliga rak í summar, er øðrvísi á Føroyabanka. Náttúruviðurskiftini har eru í løtuni øðrvísi og betri enn á landgrunninum. - Hetta eru tey positivastu tekini, vit hava sæð á Bankanum í nógv ár, staðfestur [...] trolstøðirnar verða tiknar inni á tí grynsta og út á stívliga 600 metra dýpi. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sum var toktleiðari á túrinum, sigur, at nú bragdar við toski aftur á Bankanum, og tað fegnast hann [...] syndarlig. Taka vit nøgdina, vit fingu í yvirlitstrolingunum hesaferð, skulu vit heilt aftur til 2003 fyri at finna størri virði. Petur Steingund vísir á, at áður varð sagt, at eitt minimun virði á Bankanum helst
byggiloyvi, ásannaðu teir, at tað verður trongligt á økinum fram yvir. ? Vit mugu leggja greiðan politikk fyri havnaina og hvussu hon skal útbyggjast. Hetta eru vit nú farin í holt við, segði Torleif Sigurðsson [...] ársskiftið. Nýggja góðshavn Fleiri møguleikar eru fyri at loysa plásstrupulleikarnar á havnalagnum í Klaksvík. Ein møguleiki er at fylla meiri út norðureftir á vestara kaiøkinum. Ein annar møguleiki er at [...] Javnaðarflokkiunum, sum er nýggi formaðurin í havnanevndini,tá málið var fyri á býráðsfundi týskvøldið. ? Tað verður eitt øðiligt trýst á havnaøkið í Klaksvík, og tí hevur hetta málið skund, segði Kristian Fríðrik