Theodor á odda á bryggjuni

Theodor Poulsen er settur sum havnaumsjónarmaður í Nes kommunu

Síðani 1. august í ár hevur Theodor Poulsen røkt starvið sum havnaumsjónarmaður í Nes kommunu.

 

- Á Toftum kenna vit Theodor serliga sum skipara á trolbátinum Búgvanum. Hann hevur verið við Búgvanum síðani 1987, men hevur eisni nógvar royndir við øðrum skipum, bæði innan fiskivinnu og farmasigling.

 

Tað sigur Nes kommuna.

Lagt verður aftrat, at Theodor er 65 ára gamal og giftur við Katrin. Tey eiga trý børn og eru búsitandi á Toftum.

 

Hans Óli Viberg, sum hevur verið havnaumsjónarmaður síðani 2008, hevur í løtuni farloyví í tvey ár. Theodor skal nú røkja hetta starv til næsta summar, tá Hans Óli byrjar aftur í starvinum.

 

Fyrra árið av farloyvistíðarskeiðnum hjá Hans Óla hevur Lars L. Larsen røkt starvið.


- Vit ynskja Theodor Poulsen bestu eydnu í hesum spennandi starvi, sigur Nes kommuna.