Fert tú á ólavsøku?
- Ja, vit fara á ólavsøku.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Vit fara til setanina, og annars fara vit at spáka í býnum, kanska detta vit inn á gólvið hjá familju, vinum og kenningum. Familjan er stór og fleiri av teimum, sum ikki búgva í Havn, koma at vitja okkum á ólavsøku.
Tað sigur Martin Karl Olsen, sum saman við konu síni rekur Café Mølina og hotell í Skálavík.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað er avgjørt samanhaldið í fólkinum - tað at vit, eitt nú við ólavsøkuni, definera okkum sum tjóð.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Ólavsøkan vil til eina og hvørja tíð verða ein løtumynd av okkara samfelag, og tí fer hon at broytast ella tillagast - alt eftir, hvørji vit eru.
Martin Karl Olsen heldur, at ólavsøkan hevur nógv afturvendandi elementir.
- Tað er hesi, okkum dámar, og sum vit ynskja at vera ein partur av. Tí savnast vit ár eftir ár at uppliva tað kenda og afturvendandi, leggur hann aftrat.