Hevði onkur roknað við, at Torleif Sigurðsson og hinir í FSF fóru at fáa eina orduliga skolu og kanska eitt misálit, tá teir løgdu roknskapin og 2,8 millióna hallið, sum vit umrøddu leygardagin, fyri aðalfundin, so høvdu tey roknað skeivt.
Roknskapurin varð góðkendur so at siga uttan orðaskifti, burtursæð frá tí, sum formaðurin sjálvur hevði at leggja afturat.
Torleif Sigurðsson upplýsti, at teir í fíggjarætlanini fyri 1999 rokna við einum rakstraryvirskoti uppá 1,6 millión krónur, og tá hava teir ikki lagt upp fyri fjórðinginum av tí milliónini av dollarum, sum FSF fer at fáa frá FIFA í ár. Um hetta verður lagt afturat, verður yvirskotið ikki 1,6 milliónir, men heldur 3,35 milliónir krónur, og harvið fer tað at bera til at styrkja um eginpeningin aftur. Á nýggjárinum var hann komin niður á knappar 70 túsund krónur.
At tað yvirhøvur bar til at rinda rokningar í 1998 komst av fíggingini, sum fæst frá UFA, solidariska hugburðinum hjá UEFA, og so beinasemi frá Føroya Sparikassa, staðfesti formaðurin. Sambært roknskapinum so vísti kassakreditturin í sparikassanum 1.812.359 krónur.
Tungt hoyggj
Í munnligu frágreiðingini til aðalfundin upplýsti Torleif Sigurðsson, at tað verður arbeitt við at selja steypakappingarnar og landskappingarnar. Í fjør varð farið undir nýggja steypakapping í kvinnudeildini, men enn hevur tað ikki eydnast at finna ein stuðul, og í ár verður tað farið undir nýggja steypakapping hjá monnunum, men enn hevur tað ikki eydnast at funnið ein stuðul.
Eftir fundin ásannaði formaðurin í FSF, at tað er úr útlandinum, at Fótbóltssambandið fær pengarnar, sum skulu til raksturin, og at tað tykist vera ógvuliga torført at fáa føroyskt vinnulív at rinda tað, sum teir í FSF halda vera rímuligt fyri at eiga rættin til eina landskapping og steypakapping.
Tað kostar at
hava landslið
Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin, so var høvuðsorsøkin til stóra hallið í 1998, at landsliðið var fýra ferðir á útivølli og bara eina ferð á heimavølli. Í 1999 verður landsliðið fýra ferðir á heimavølli og bara eina ferð á útivølli. FSF formaðurin segði, at teir rokna ein útidyst hjá landsliðnum at kosta fýra hundrað túsund krónur, og tá eru løn til venjarar og samsýningar til spælarar og hjálparfólk ikki tald uppí. Útreiðslurnar til hjálparfólkini ella tað, sum verður kallað teknisk starvsfólk, var í fjør 95 túsund krónur, og endurgjaldið og samsýningarnar til spælararnar vóru íalt 524 túsund krónur. Áskoðarainntøkurnar frá einasta heimadystinum í fjør ? hann var móti Kekkia ? vóru 331 túsund krónur.
Í munnligu frágreiðingini upplýsti formaðurin, at avtalan, sum tíðliga í fjør varð gjørd við landsliðsspælararnar, ber við sær, at fram til endan á 2001 fáa landsliðsspælararnir 850 krónur fyri hvønn fullan dag og 425 krónur fyri hvønn hálvan dag, teir brúka uppá landsliðið. Harafturat fáa teir fýra túsund krónur í part fyri javnleik og átta túsund krónur í part fyri ein sigur, og so fáa teir ein túsund krónu seðil í part fyri hvørt plássið, sum Føroyar fara upp á FIFA styrkislistanum.
Samlaða hallið av U-18 landsliðunum báðum, U-16 landsliðnum og U-15 landsliðnum var 775.677 krónur.