Seinnapartin tók liðið sum hevur Dan Brimsvík sum høvuðsvenjara, Lyngby móti liðnum hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Dan kundi smílast meira enn Martin, tá dysturin var liðugur. Aarhus Fremad var á sigurskós og var á odda 3-1, men Lyngby fekk síðsta orðið, og í yvirtíðini javnaðu mennirnir hjá Dan til 3-3, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Magnus Kaastrup legði Aarhus á odda við einum dundurskoti longu í øðrum minutti. Í 34. minutti gjørdi Aarhus sjálvmál, og so var støðan javnleikur 1-1 í steðginum. Seinni hálvleikur var átta minuttir gamal, tá Martin við einum góðum fluktara legði Aarhus á odda 2-1. Sjey minuttir seinni átti Martin næstseinasta fótin, tá Mathias Kubel økti til 3-1. Men Dan eigur ein góðan leikara í Casper Winther. Í 69. minutti fekk Casper Winther spenning í aftur dystin, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði hann til 3-3 við einum sera flottum frísparki.
Lyngby er næstfremst í deildini við 23 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri føroyingaliðið, Hillerød, ið er oddalið við 24 stigum. Aarhus Fremad er nummar átta við 17 stigum. Teir eru tó bert eitt stig frá liðnum hjá Meinhardi E. Olsen, Kolding sum hevur 18 stig á sætta plássinum.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja málini frá dystinum Lyngby-Aarhus Fremad 3-3 (1-1).